Veðrið darvar framvegis flogferðsluni

Fleiri seinkingar eru í flogferðsluni aftur í dag. Flogfarið, sum skuldi koma úr Keypmannahavn í gjár hevur júst lent í Vágum, meðan flogfarið, sum skuldi koma úr Bergen í gjár, og sum skuldi lenda klokkan 8 í morgun, flýgur uppi yvir og lendir helst hvørja løtu.

 

Atlantsflog heitir á ferðafólk um at kunna seg á heimasíðuni atlantic.fo