Veðrið heldur sær um vikuskiftið

Hitin hevur síðstu vikurnar støðugt ligið um 10 stig síðstu, men sambært DMI, so verður tað kaldari í næstu viku.

Eitt veikt brúgvalag liggur yvir Føroyum næstu dagarnar, men í næstu viku verður veðrið óstøðugt og hann veksur um vindin.


Í dag:
Fríggjadagin Lot til andøvsgul úr útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, í støðum frískt andøvsgul, 10 metrar um sekundið. Turt og fyrst á degnum skíggjað, men seinni á degnum sær sólin møguliga. Náttina til leygardag gul til stívt andøvsgul úr útsynningi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og fyri tað mesta skíggjað. Hitin alt døgnið um 10 stig.


Leygardagin:
Lot til andøvsgul úr útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, í støðum stívt andøvsgul, 10 metrar um sekundið. Skíggjað og támut, men mest turt. Hitin um 10 stig.


Sunnudagin:
Gul til stívt andøvsgul úr suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað, men sum heild turt. Hitin millum 7 og 10 stig.


Mánadagin:
Gul til stívt andøvsgul úr útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, men um náttina veksur hann til andøvsgul upp í ein strúk úr útsynningi og vestri, 8 til 13 metrar um sekundið. Fyrst turt og sól í løtum, seinni skíggjað og regn ella æl í stundum. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.


Týsdagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr útsynningi og suðri, 10 til 15 metrar. Um náttina veksur hann til hvassan vind úr suðri og vestri, 13 til 18 metrar um sekundið. Fyrst regn og seinni nøkur æl. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.


Mikudagin:
Strúkur í vindi upp í skrið úr vestri og útnyrðingi, 13 til 18 metrar um sekundið. Æl, men sólin sær til tíðir. Hitin millum 3 og 8 stig.