Veðrið verður frægari

DMI sigur frá turrari veðri seinnií dag, og í morgin verða sólglottar

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI sigur frá nakað av vindi og regni fyrrapartin, men út á seinnapartin verður klárari í veðrinum. Í morgin verður minni vindur og onkrir sólglottar.

 

DMI sigur, at í dag vera 10-15 m/s av vestri og útsynningi, seinni av útsynningi, og seinnapartin vaksandi upp í 13-18 m/s. Samdrigið og regn, men seinnapartin klárari og møguleiki fyri sólglottum. Í kvøld og í nátt vera 13-18 m/s av norði og útnyðringi, í nátt 10-15 m/s. Samdrigið og ælingur. Hitin verður millum 7 og 11 stig.

 

Sunnudagin vera 8-13 m/s av norði og útnyðringi, minkandi niður í 5-10 m/s av útnyðringi og vestri. Skiftandi skýrák, fyri tað mesta turt og onkrir sólglottar. Um náttina fer at regna. Hitin verður millum 7 og 11 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)