Veðrið við verti í sjónvarpinum í kvøld

Hanus Kjølbro, veðurkønur, verður vertur í fyrstu sendingini, sum kemur eftir Dag og Viku

Í kvøld eftir Dag og Viku verða veðurtíðindi send í sjónvarpinum fyri fyrstu ferð við veðurkønum verti. Tað skrivar Kringvarpið.

 

Tað er Veðurstova Føroya, ið hevur tikið stig til veðurtíðindini í sjónvarpinum.

 

Veðurstovan hevur bygt eitt studio á Sjónámi í Klaksvík og eitt á Veðurstovuni í Havn, har verðurtíðindini verða tikin upp og send sjónvarpinum.

 

Í kvøld koma veðurtíðindini úr Klaksvík, og tað er Hanus Kjølbro, veðurkønur, ið er vertur.

 

Seinnapartin vóru Carsten M. Arnskov og John Johannessen frá Kringvarpinum og løgdu seinastu hond á teknisku fyrireikingarnar og vertsvenjinginina.

 

##med2##

 

Teir siga, at tað hevur gingið skjótt og væl at fáa útgerðina at rigga og at venja vertirnar til at greiða frá í sjónvarpi.