Eftir harðar samráðingar hava heimsins lond sett eitt nýtt mál fyri, hvussu nógvan pening menningarlondini skulu hava til veðurlagsstríð teirra.
Áðrenn 2035 skal upphæddin hækka til í minsta lagi 300 milliardir dollarar um árið. Tað svarar til 2,1 billiónir krónur - ella 2100 milliardir krónur.
Tað varð avgjørt í nátt lokala tíð á veðurlagstoppfundinum hjá ST í Baku í Aserbadjan.
Málið kemur í staðin fyri fyrra málið frá 2009 uppá 100 milliardir dollarar um árið.
Tað eru tey ríku londini, sum eru ein lítil bólkur í ST-skipanini, eftirsum allýsingin er frá 90-árunum, sum skulu vera í fremstu røð at útvega pengar úr almennum og privatum keldum.
Eitt mál fyri ES-londini var tí at víðka sirkulin, og í avtaluni verða menningarlondini eisini eggjað til at stuðla undir at røkka málinum.
Men tað verður samstundis undirstrikað, at einki í tekstinum broytir tann status, sum londini hava nú, og tað merkir, at rík lond sum Kina og Saudiarabia ikki noyðast at gjalda.
Tað kundi verið enn fleiri pengar, sum menningarlondini skulu hava.
Í avtaluni verður heitt á øll lond um at samstarva um at fáa samlaðu veðurlagsfíggingina upp á í minsta lagi 1300 milliardir krónur um árið, og ein ætlan skal gerast fyri at fáa tað at bera til.
Tað var tann upphæddin, sum menningarlondini høvdu kravt og sum ein frágreiðing frá einum serfrøðingabólki undir ST undir toppfundinum nevndi sum neyðugt.
Men tað er tí bert ein innbjóðing og ikki ein skylda.
Avtalan kom í hús klokkan 02:39 í Baku í nátt.
Tað er hæddarpunktið í eini truplari samráðingargongd, har vandin leingi lúrdi fyri, at samráðingarnar endaðu úrslitaleysar.
Sum dagur í gjár leið fór fóru tey mest viðbreknu londini av fundi at mótmæla, at tilboðið hjá Vesturheiminum var ov lítið.
Samstundis var serliga ES djúpt misnøgt við, at tað tyktist ómøguligt at fáa eina ætlan og tíðarkarm fyri nýggjar CO2-minkingar samtyktar áðrenn næsta veðurlagstoppfund.
Hetta kundi ført til, at einki spurdist burtur úr toppfundinum.
Men seint á kvøldi eydnaðist tað ES, USA, bólkinum fyri tey mest veðurlagsviðbreknu londini og oyggjaríkini at semjast um eina útgávu.
Tað varð lagt fyri restina av toppfundinum við hørðum orðum, at talan var um eitt endaligt tilboð.
Nakrar tímar seinni varð endaliga avtalan gjørd, og hon er í stóran mun grundað á seinu semjuna millum Vesturheimin og viðbrekin lond.
Hóast londini hava gjørt semju, so er tað sambært NGO-feløgum langt frá nóg mikið.
- Avtalan er ein fiasko. Málið um 300 milliardir krónur í veðurlagshjálp er alt ov lágt í mun til tørvin, og tað verður ikki goldið fyrr enn um 10 ár - alt meðan veðurlagskreppan økjast, sigur John Nordbo, veðurlagsráðgevi hjá NGO Care og eygleiðari á veðurlagstoppfundum í fleiri ár.
Eisini í Mellemfolkeligt Samvirki eru fólk kritisk.
- COP29 endaði við einari avtalu, men prísurin er eitt brotið álit millum heimsins fátækastu og ríkastu lond, og ein burturspiltur møguleiki at finna eina veðurlagsavtalu, sum av álvara tryggjar eina grøna umlegging og møguleikan at handfara nýggja veðurlagið í teimum mest útsettu londum, sigur Katrine Ehnhuus, leiðandi ráðgevi hjá Mellemfolkeligt Samvirke.
/Ritzau/