DMI og YR eru als ikki samdar um, hvussu veðrið verður í dag.
DMI.dk er als ikki so ljóst í sínum veðurfráboðanum. Teir lova strúk í vindi upp í skrið allan dagin av landsynningi og eystri, og æling í støðum.
Í kvøld og í nátt verður sama vindferð, men tað fer at verða skýggjað við nógvum regni av landsynningi.
yr.no hinvegin lovar eitt heilt annað veður. Tað verur gott veður allan dagin og alla náttina við. Seinnapartin verður skýggjað, og meðan teir rokna við onkrum dropum av og á fyrraprt og seinnapart, siga teir,at náttin verður turr.
yr.no lovar eisini munandi minni vind enn dmi, serliga um kvøldið og náttina, tá vindferðin sambært teimum verður 5-6 m/s.