Vegaføringin yvir bygdina Skálafjørður

Eitt orð á vegnum til tað, sum Helgi Abrahamsen førir fram um vegaføringina yvir bygdina Skálafjørð, har hann sigur seg hava havt ein fyrispurning um vegin í Løgtinginum í 2014.

Nú hava vit 2023, og Helgi Abrahamsen hevur bæði sitið í samgongu og sum landstýrismaður síðan, og ein hevur ikki hoyrt eitt kis frá honum um hesa vegaføringina. Um hann meinti nakað við fyrispurningin, sum hann setti í 2014, so hevur hann havt ríkiligar møguleikar at gjørt okkurt, men hann hevur als onki gjørt og kemur helst ongantíð at gera nakað.

 

Pengar hava verið avsettir til hesa vegagerð. 10 mill. stóðu einaferð á kontu til byrjan av vegnum, og Landsverk hevði eina ítøkiliga ætlan um hesa vegagerð. Ætlanin var at byrja við eini rundkoyring millum Effo støðina og fjósið hjá Per bónda, men tað var um tað mundi, at vegurin til Rituvíkar var í gongd og segðist, at tær 10 mill. fóru í tann vegin ístaðin. Sjálvandi, har vórðu 4 løgtingsmenn í økinum og ein borgarstjóri, sum hevði ein løgtingssess í búkinum. Kári Post slapp at klippa snórin.

 

Nakað seinni varð vegurin boðin út, og kom eitt tilboð inn um ger av vegnum fyri 57 mill. Landið hevur keypt lendið undir vegnum og goldið eigarunum í Ytra parti í Skálafjalli fyri lendið, sum gongur ígjøgnum hagan.

 

Jørgin Niclasen, sum tá var landstýrismaður í fíggjarmálum, steðgaði málinum og kravdi eina aðra loysn, sum skuldi verða bíligari, men tann loysnin kom ongantíð. Landsverk gjørdi eitt uppskot um aðra loysn, sum kom í Fíggjarmálaráðið, og síðan skuldi málið leggjast fyri tingið á ólavsøku, men tað kom ongantíð fyri í Løgtinginum. Helgi Abrahamsen var í samgongu, men frá honum hoyrdist ikki eitt kis, sjálvt um hann hevði allar møguleikar at ávirka málið. Hvør ið tann loysnin varð, sum skuldi leggjast fyri tingið, veit eg ikki.

 

Tað síðsta sum vit vita um málið er, at Jørgin Niclasen avtók lógina um gerð av vegnum yvir bygdini Skálafjørð.

 

Men Helgi, koyr tú bara á og fylg málinum upp og fá tað á beint aftur soleiðis, at vegurin fer niðan um bygdina, sum ynski er frá fólkinum í bygdini og lat tað ikki fara fyri bakka, sum við málinum um ”gongd í haga.”

 

Varð byrjað í smáum, so var vegurin longu komin.

 

 

 

Vinarliga

 

Almfinn Jacobsen