Vegur stongdur av filmsupptøku

Í dag er Laðabrekka í Havn stongd fyri gjøgnumgangandi ferðslu, tí upptøkur verða gjørdar til føroyska/svenska spælifilmin “Fågelfångerens son.” 

Torshavn.fo skrivar, at Laðabrekka er stongd í dag til kl 13.00. Haraftrat verða parkeringsmøguleikarnir í økinum avmarkaðir, og ferðslan undir Glaðsheyggi og undir Ryggi nakað tarnað. Hetta kemst av, at ferðslan undir Glaðsheyggi og undir Ryggi við Laðabrekku verður stegðað, tá upptøkur eru í gongd.

–Filmsliðið heitir á fólk um at vísa vælvild og tol, meðan upptøkurnar eru, skrivar Torshavn.fo