Siðvenjan innan sang og tónleik er gomul í studentaskúlanum á Akureyri og mangt listarligt stórmenni er haðani sprotti. Stjórin fyri studentaskúlan, Trygvi Gíslason, sigur í innganginum til skrá hjá studentaskúlakórinum, at so mong kór, orkestur, solosangarar og sangbólkar eru sprotnir úr skúlanum síðani hann varð settur á stovn, at tað ikki ber til at nevna tey øll. Men tað er avgjørt vist, at kórið hjá skúlanum, ið er mannað við næmingum úr flestu flokkum skúlans er prógv um, at tónleikalívið á studentaskúlanum á Akureyri er ríkt.
Kór skúlans, ið ber heitið Kór Menntaskólans á Akureyri, var fyri stuttum á vitjan í Føroyum. Tá sungu tey millum annað í Vágs kirkju í sambandi við kórstevnuna í Suðuroynni. Eisini høvdu tey konsert í Listaskálanum í Havn og í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hesar konsertirnar vóru stak væl eydnaðar, og eisini var talið av áhoyrarum heilt fitt.
Eingi nótabløð
Tað, ein beinan vegin til merkis við framførslum kórsins var, at sangararnir ikki nýttu nótabløð at syngja eftir, hóast talan ofta var torgreiddar útsetingar. Kórlimirnir dugdu allir at finna rætta tónan til rætta tíð, og harafturat mintust teir eisini til røttu orðini. Hetta gjørdi framførsluna meira livandi, og áhoyrararnir fingu høvi at síggja sangararnar leggja sál í sangin, soleiðis, at ein kendi tað sum um ein varð borin á veingjunum á hvørjum einstøkum sangi, júst sum heitið á innganginum til skránna sigur - Á vængjum söngsins.
Løgini, kórið bar fram á konsertunum, vóru ymisk. Tó vóri felstu teirra gomul íslends tjóðløg, við eyðkendum víkingadámi yvir sær. Men eisini nýggjari løg vóru á skránni.
Ikki kirkjutónleikur
Hóast tvær av konsertunum vóðu hildnar í kirkjum, nevniliga í Vágs kirkju og í Christianskirkjuni, kundi framborni tónleikurin ikki metast sum kirkjutónleikur. Men høli skulu til, og kirkjur eru frálíkar til konsertir.
Ein framførðsla, ið skaraði framúr, var lagið Valse eftir Erns Toch. Í hesum føri var als ikki talan um vanliga kórframførslu, men heldur um nakað, ið líktist einum sangleiki. Og óføra væl dugdu studentaskúlanæmingarnir av Akureyri at framføra hetta lag, ið var ein blandingur av talu, sangi og rópum.
Av kendastu løgunum, kórið framførdi, kunnu íslendska lagið Á spreingisandi eftir Sigvald Kaldalóns og Grími Thomsen og síðani lagið Sixteen Tons eftir Merle Davids nevnast.
Væl nøgd
Limirnir í íslendska studentakórinum, ið eru millum 16 og 20 ára gamlir, vóru stak væl nøgdir við túrin í Føroyum. Tey vóru eisini glað fyri, at føroyingar høvdu víst áhuga fyri kóri teirra.
Næmingarnir hildu allir, at bæði Vágs kirkja og Christianskirkjan hava ógvuliga gott ljóð, og eru tískil góðar at syngja í, men tey vóru somuleiðis øll samd um, at tað tó er torført at syngja í føroyskum kirjum, har siðvenja er ikki at klappa í kirkjuni. Hetta, halda tey, ger, at tað gerst torført hjá kórinum at gera sær eina meting av, um áskoðarunum veruliga dámar framførsluna. Tey vístu á, at hetta ger, at tey ikki kenna seg heilt trygg við framførsluna.
120 ár
Næsta ár, ár 2000, heldur studentaskúlin á Akureyri, ella rættari Menntaskólin á Akureyri hátíðarhald í sambandi við, at tað eru 120 ár síðani at skúlin á Norðurlandinum varð endurreistur, og frá hesum tíðarskeiði roknar skúlin aldur sín. Í hesum sambandi ætlar skúlin sær at minnast hátíðarhaldið við at geva út eina fløgu við kórsangi, sangbólkum, solosangum og instrumentaltónleiki, og sjálvsagt er talan um kreftir frá sjálvum skúlanum, ið luttaka.
Tryggvi Gíslason, skúlastjóri, sigur á fløguni verður sangur studentaskúlakórsins undir leiðslu av Guðmundi Óla Gunnarsyni sjálvsagt í fyrsta sæti. Hann sigur, at tað er sagt, at sangur gleðir, og hevur hann sum gamal urguleikari sjálvur ivast í hesum. Tónleikur er á hin bógvin torgreiddasta listargrein menniskjans, og við hesum meini eg, at tónleikurin hevur einki annað mál enn tónlistina, og tónlistina kunnu vit bert tulka sum tónlist. Men við at geva tónlistini orð í sangi, fær hon margfaldaða styrki, sigur hann.
Kendur kórleiðari
Kórleiðarin hjá studentaskúlakórinum er ikki bara ein kórleiðari. Hann er Guðmundur Óli Gunnarson, og hevur hann lisið við tónlistaskúlan í Kópavogi og við tónlistaskúlan í Reykjavík. Síðani fór hann á tónlistaskúla í Utrescht í Hálandi at útbúgva seg viðari. Men hetta var ikki nóg mikið fyri hann. Tá hann var liðugur í Hálandi, valdi hann at fara til Finnlands at læra seg meira hjá Jorma Panula í Helsinki.
Eftir hetta hevur Guðmundur stjórmað mongum kendum kórum og orkestrum í Íslandi. Eisini hevur hann millum annað verið skúlastjóri í Tónlistaskúlanum á Akureyri.
Jú, talan er um ein kórleiðara við dygdum, og hetta sæst eisini aftur á studentaskúlakórinum á Akureyri.
Dugnaskapsroynd
Studentaskúlin á Akureyri er ikki ein studentaskúli á stødd við teir føroysku. Har ganga umleið 5.000 næmingar, og tí finnist gott tilfar í skúlanum til eitt studentaskúlakór. Tískil skulu næmingarnir, ið ætla sær at syngja við, standa eina dugnaskapsroynd, fyri at vita, um teir eru nóg dugnaligir til at vera við í kórinum og umboða skúlan við skúlasanginum til ymiskar samkomur og stevnur.
Studentaskúlakórið av Akureyri var á vitjan hjá studentaskúlakórinum í Hoydølum, tá tey vóru í Føroyum, og hava tey boðið Føroyingunum at koma til Íslands at syngja saman við teimum. Annars veit kórleiðarin hjá ílslendingunum at siga, at ætlanin er at gera Føroyatúrin til eitt afturvendandi tiltak.