Viljormur Davidsen er eitt trygt val á vinstra bakki hjá Vejle, og tað var hann aftur í kvøld, tá ið botnliðið AB var á vitjan.
Heldur harmiliga, so eydnaðist tað Vejle einans at fáa eitt stig burturúr dystinum, sum endaði við málleysum javnleiki. Viljormur spældi allan dystin.
Við einum sigri í kvøld hevði Vejle lagt seg undir liðina á Nykøbing FC á fyrsta plássinum í næstbestu deildini, men er nú nummar trý, tvey stig aftanfyri.
Vejle, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn flest øll hini liðini, kann tó ugga seg við, at liðið er ósigrað eftir seks umfør. Tveir sigrar og fýra javnleikir er tað blivið til.