Tað varð frammanundan ikki roknað við, at Vejle skuldi fáa nakað stig burturúr vitjanini í Silkeborg, har teir eftir niðurflytingina fyrr í summar framvegis hava superligu snitt yvir karmunum kring landskappingardystirnar.
Silkeborg legði seg framum, tá ið seinna umfarið var seks minuttir gamalt, men Vejle svaraði tvær ferðir aftur. Níggju minuttir eftir at heimaliðið hevði sett hol á, skoraði Kenneth Knudsen, tá ið hann lyfti bóltin upp um Silkeborg málverjan og trillaði síðani í málið, og í 72. minutti var tað Peter Degn, sum varð heilt leysur, fór framvið málverjanum og skoraði. Í næsta minuttinum trýsti Silkeborg, men teir komu ikki nærri at gera mál, enn at teir sendu í stólpan.
Christian Høgni Jacobsen hevur framvegis ilt við at vinna sær fast pláss á Vejle liðnum. Hesa ferð spældi hann seinnapartin av seinna umfarinum. Í 67. minutti loysti hann sentrala miðvallaran Anders Nordstrøm av. Fimm minuttir eftir at Christian Høgni var komin á vøllin, skoraði Vejle sigursmálið.
Vejle venjarin var ovurfegin eftir sigurin. Hann segði seg í nógvu sólini og hitanum at hava verið eygnavitni til, at ein flokkur av dreingjum í einum og sama dysti var vorðin til ein flokkur av røttum monnum.
Oddalið í næstbestu deildini eru framvegis Horsens, sum aftur livir upp til Den gule fare, sum teir plagdu at verða nevndir, tá ið teir í seksti og fyrrapartin av sjeyti árunum vóru í bestu deildini, og Ølstykke, sum ongantíð hevur verið í bestu deildini. Hesa ferð vann Horsens, sum hevur Johan B. Hansen, ið ikki fekk landsliðsboð hesa ferð á liðnum, 3?0 á heimavølli ímóti FC Aarhus, og Ølstykke vann 5?4 á B93. Hesin seinni dysturin var heilt óvanligur. Ølstykke legði seg á odda 2?0, men eftir einum koretri skoraði B93 fýra mál og var harvið frammanfyri 4?2. Men so vendi tað aftur. Ølstykke skoraði í 2. hálvleiki trý mál, og harvið vunnu teir 5?4.
HFK Sønderjylland vann í Haderslev 4?0 á Brønshøj, Skjold tapti 1?0 ím+oti FC Nordjylland, Køge vann 4?2 á Nykøbing Falster, og Fredericia og Randers FC og B1913 og Fremad Amager spældu 2?2.
Horsens og Ølstykke hava fult stigatal, sum er níggju, Fremad Amager hevur sjey stig, og Silkeborg, Køge, Sønderjylland og Vejle hava seks stig.