VEKS fær nú intraskipan

Leiðslubólkurin í VEKS, fekk mánamorgunin innleiðandi kunning um innanhýsis samskiftis og kunningarskipanina, INTRA, sum verður sett í verk eftir summarfrítíðina, fyri allan starvsfólkabólkin.

 

Tað skrivar Páll á Reyatúgvu, stjóri í Veks.

Intraskipanin er enn ein liður í at samansjóða ymisku starvsfólkaliðini í VEKS, og harvið skipa eina meira einsháttaða tænastu fyri alt tænastuøkið í VEKS.

– Skipanin er keypt frá Intra, og brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard stóðu fyri byrjanarundirvísingini, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

##med2##