Sum støðan er í dag eru sera nógv krøv, menningarætlanir, námsætlanir, minni tímar til serbørn og uttan at karmar fylgja við. Somuleiðis hava vit eina vánaliga normering, sum er undir alt lágmark. Eg vil, um eg verði valdur inn í Tórshavnar kommunu 11. novembur, gera alt fyri at menna okkara øki á niðanfyristandandi máta:
- við at betra um normering til okkara fólk
- við at betra um okkara karmar
- við at betra um hægri játtan
- við at betra um tættari samstarv við fólkaskúlar
- við at betra um útbúgvingarøki fyri okkara fólk
- við at menna Barna og Ungdómsdeildina
- við at fáa skipaðan politiskan ”frítíðarpolitikk”
- við at serbørn fáa betri sømdir
- við at serbørn fáa meira skipaði viðurskifti og betri karmar
- við at betra um starvsfólkarøktina hjá okkara fólki
- við at seta eitt ungdómsráð á stovn
- við at tey ungu undur 18 ár fáa egið dansistað
- vit verða hoyrd, tikin upp á ráð, tá ið nýggjur bygningar til okkara øki vera gjørdar
- vit fáa fleiri spælipláss í Tórshavnar kommunu
- vit fáa 3. flokk inn í frítíðarskúla
- at vit arbeiða saman við øllum fakbólkum eftir tørvinum hjá einstaka.
- vit fáa ein nýggja Frítíðardepil í Hoyvík
- at vit fáa bøtt um støðuna og betri kor hjá børnum og ungum, innan listarliga økið.
- at vit stegða alt sum eitur fyribilsloysnir til okkara øki
- at vit fáa ein yvirornaðan komunala politiska skipan á okkara námsfrøðiliga øki.
- at betra um korini hjá dagrøktini
- at vit/stovnar fáa tættari samstarv og skipan við Føroya Læraraskúla
- at Tórshavnar kommuna er við til at yvirtaka serstovnaøkið, skilabest bæði fíggjarliga og námsfrøðiliga fyri allar partar.
Lat okkum innan námsfrøðiliga økið eisini sita hinumegin borðið og fáa ávirkan og ikki brúka orku upp á nakað, sum vit ikki fáa gjørt nakað við. Nei, vit skullu vera við á politiska pallinum fyri at fáa ávirkan og menning inn á okkara umráði.
Vel eina sterka rødd, X við Levi Mørk, eg er á lista C