Veljarin vil ikki tveita atkvøðuna burtur

? Tað hevði ærligari mótvegis veljarunum at tað bara vóru eini fýra fimm valevni á hvørjum lista til fólkatingsvalið, heldur løgmaður

Uppstilling

? Úrslitið av fólkatingsvalinum týsdagin er ein greið ábending um, at vit eiga at umhugsa av nýggjum, hvussu listarnir til fólkatingsvalið skulu mannast.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hann sigur, at valið týsdagin er eitt greitt tekin um, at veljarin vil ikki tveita atkvøðuna burtur við at seta krossin við valevni, sum hann veit, ikki fara á fólkatingsval kortini.
Hann sipar til sítt egna val, har hann fekk góðar 1100 atkvøður á fólkatingsvalinum hesuferð. Á seinasta fólkatingsvalið fekk hann yvir 3000.
?Hetta taki eg sum eitt tekin um, at veljarin vil ikki velja meg, tí eg hevði ikki farið á fólkating kortini. Tí snúði valið seg meiri um, hvør fór at verða nummar tvey á javnaðarlistanum.
? Allir landsstýrismenninir og løgmaður stillaðu upp til valið, men tað var ógvuliga smábýtt við atkvøðum til tey.
?Hetta kemst helst av, at veljarin veit, at tað kann gera tað sama at seta krossin við tey, tí tey fara ikki á fólkating kortini.

Lítið virðiligt
Nú er støðan tann, at nógvir flokkar hava nøkur og tjúgu valevni á listanum.
-? Tað ger, at tað eru so ómetaliga nógv av teimum, sum fáa ógvuliga fáar atkvøður. Samstundis hava flokkarnir ongan møguleika at føra tey fram og tey flestu av valevnunu.
? Hetta er ikki ein virðilig støða at setahesi valevni í, bara fyri at hava nógv nøvn á listanum, heldur Jóannes Eidesgaard.
Hann tekur tí undir við tankanum um at flokkarnir hereftir skulu hereftir bara stilla eini fýra, fimm valevni upp á hvørjum lista til fólkatingsvalið.
? Tað hevði verið rætt at allir flokkarnir avtalaðu, at teir skuldu ikki stilla meiri enn eini fýra fimm valevni upp á hvørjum lista og at hetta vóru valevni, sum vóru sinnað at fara á Fólkating, skuldu tey verðið vald.
Løgmaður heldur, at tað hevði verið ærligari mótvegis veljarunum
Hann kundi tí hugsa sær eitt alment kjak um hesi viðurskifti.