Velur Býráðið framum Løgtingið

Borgarstjórin í Runavík fer ikki at taka av eini áheitan um at stilla upp til Løgtingið. Men hann fer heldur ikki at reka fyri Torbjørn Jacobsen

Uppstilling

?Nú teir ymsu flokkarnir av álvara eru farnir at gera listar til Løgtingsvalið, eru nógvar gitingar um, hvør fer at stilla upp- ella ikki.
Ein, sum fólk flest ikki ivast í, fer at stilla upp, er Rodmund Nielsen, Borgarstjóri í Runavík, tí hann kom sum eitt skot upp í politikk á býráðsvalinum í November, tá ið hann hevði eitt sera gott val.
Men hesum vísir hann aftur.
?Tað er púra greitt, at eg fari ikki at stilla upp, sigur Rodmund Nielsen.
Hann váttar, at fólk hava heitt á hann um at stilla upp fyri fólkaflokkin í Eysturoynni, men hann fer ikki at taka av.
? Tann avgerðin er langt síðani tikin. sigur hann.
Hann sigur, at hann hevur nógv mikið at gera í Býráðnum í Runavík.
Rodmund Nielsen sigur, at hann fer at leggja alla sína orku í tey kommunalu viðurskiftini og tí fer hann ikki at brúka orku upp á landspolitikk eisini.
? Farið eg uppí landspolitikk, skal tað verða heilhjartað, ella slett ikki og tað verður slett ikki.
? Eg veit heldur ikki enn, um eg yvirhøvur eri politikari av natúr, tí enn havi eg bara sitið í eitt ár.
Hann sigur, at hetta árið, sum er farið síðani kommunuvalið, er nógv sett á skinnarar í hansara kommunu, ikki minst samanleggingin við Skála.
? Tað hevur ómetaliga týdning at samanleggingin verður fyrireikað so væl sum gjørligt, so at tað nýggja samstarvið fær eina so hepnað byrjan sum gjørligt og tað ætli eg at brúk alla mína orku uppá, at samanleggingin skal vera so væl úr hondum greidd sum gjørligt fyri at allir partar skulu føla, at hon er ein fyrimunur, sigur Rodmund Nielsen.
Hann sigur at tað eru ómetaliga nógv viðurskifti at fáa í rættlag, men skulu vit hugsa um víðari samanlegging, er tað ómetaliga týdningarmikið, at byrjanin verður fyrireikað so væl sum gjørligt,
? Miseydnast byrjanin, kann tað beina fyri fleiri samanleggingum, heldur hann.

Onki gerðabýti við Torbjørn
Orsøkin til, at tú ikki stillar upp til Løgtingsvalið, er ikki hon, at tú og Torbjørn Jacobsen hava gjørt gerðabýtið, har hann hjálpti tær til ein sess í býráðnum og har tú afturfyri, skal hjálpa honum til ein sess í Løgtinginum á valinum í vár?
?Hasum eri eg heilt ofta skotin við. Eg eri eisini skotin við, at hann skal hava rikið fyri meg til býráðsvalið.
? Tað er kanska lætt at páhalda tað, men hatta kenni eg onki til. Tó veit eg heldur onki um, at hann mótarbeiddi mær uppundir býráðsvalið.
? Torbjørn og eg eru grannar og búgva í góðum grannalagi, men politiskt samstarv ímillum okkum, kenni eg onki til - og vit eru eisini í hvør sínum flokki, sigur Rodmund Nielsen