Heðin Mortensen
borgarstjóri
Í farnu vikuni hevði eg eina stutta viðmerking til Sosialin um flytingina av Strandferðsluni, og har kann lesast svart upp á hvítt, at borgarstjórin »legg-ur dent á, at hann ikki jublar um, at kommunan missir arbeiðspláss, men er keddur um at kommunan missir arbeiðspláss«. Og eg kann leggja aftrat, at einamest eri eg keddur av, at fólk við familju og bústaði í kommununi nú standa til at missa síni arbeiðspláss.
Samstundis er tað ein veruleiki, at tá landsmyndugleikin umsitur mál og hevur tikið avgerðina, so fær Havnin ikki vart seg ímóti tí. Vanligt er jú í landspolitiska umhvørvinum, at um talan er um útlegging ella nakað negativt fyri Havnina, so standa øll saman um tað. Hetta er ein sannroynd, og hesum liva vit við dag og dagliga.
Nú veit eg sjálvandi ikki, um Sjúrður er farin undir at seta valagn upp á húkarnar, men tað er sera nógv, ið bendir á tann bógvin. Men hann tykist mær ríkiliga bragdligur, tá havt verður í huga, at tað var ein fólkaflokspolitikari, sum fluttu Skipaeftirlitið úr Havnini til sítt egna valdømi, og at tað nú aftur er ein fólkaflokspolitikari, sum flytir Strandferðsluna úr Havnini til sítt egna valdømi.
Tí sær tað nú út, sum at Sjúrður Olsen er farin at steina, sjálvt um hann situr í glashúsi. Og hóskiligt er helst eisini at minna hann á, at frægast man vera at sópa fyri egnum durum, áðrenn lagt verður eftir borgarstjóranum, sum verj-ir Havnina allastaðni, har hann hevur ávirkan. Sjúrður Olsen skal vera vísir í, at mín partur liggur ikki eftir, tá Havnin skal verjast, men verri man standa til við honum og hansara egnu í Fólkaflokkinum.
Leitast skal leingi eftir vánaligari politiskum handalagi enn tí, fólkaflokslandsstýrismaðurin við innlendismálum hevur havt í hesum máli, har hvørki starvsfólk ella álitisfólk á Strandferðsluni eru spurd eftir, áðrenn tilverugrundarlagið er skrætt undan teimum. Tað er Fólkaflokkurin, ið einsamallur eigur allan trupulleikan í hesum vanlukkuliga máli, so tí er tað at kasta torvmold í eyguni á fólki, um málið verður vent og snarað aðrar vegir, sum Sjúrður Olsen nú roynir at gera tað.
Fyri tað um eg unni suðuroyingum nøkur fleiri almenn arbeiðspláss og fegnist um royndir at menna oynna, so taki eg á ongan hátt undir við tí, sum er hent og gjørt í Strandferðslumálinum! Tað er bara soleiðis, at tá landsmyndugleikin hevur tikið hesa avgerð og sett hana í verk, vendist ikki aftur, og tí veruleika mugu vit liva við, um vit vilja tað ella ei. Her má sjálvt borgarstjórin melda pass!
Einki fegnist eg um ella mæli til, at arbeiðspláss verða tikin úr høvuðsstaðnum og sett aðrastaðni í landinum. Tá Sjúrður Olsen skjýtur mær hetta í skógvarnar, er hetta ikki annað enn ein neyðarslig roynd hjá einum ørkymlaðum fólkafloksmanni at skylda upp á onnur. Øll duga at síggja, hvør flokkur stendur á odda, tá umræður at tøma Havnina fyri arbeiðspláss!
Tað sama kann sigast sum aftursvar til Høgna Mikk-elsen, býráðslim, sum kemur goyggjandi aftaná, men hann er á so primitivum støði, at fleiri orð verða ikki brúkt upp á hann.
Tí eru míni ráð, at Sjúrður Olsen heldur vendir kanónini ímóti sínum egnu, um hann skal raka málið. Hann kann hóskandi leggja fyri við at tosa við sínar egnu floksfelagar, sum fyrst fóru við Skipaeftirlitinum og nú eisini fara við Strandferðsluni úr Havnini, tí tað er í Fólkaflokkinum, at hesir tankar verða fostraðir og framdir. Alt annað er leysakrút og uttanumtos!