Venjaralegenda hjá Everton er deyður

Everton hevði sína bestu tíð, tá Howard Kendall varð høvuðsvenjari

Gamla venjaralegendan hjá Everton, Howard Kendall er deyður 69 ára gamal. Áðrenn dystin í dag millum Everton og Manchester United á Goodison Park verður tøgn hildin í ein minutt undan dystarbyrjan.

 

Howard Kendall førdi Everton til sigurs í FA Cup steypafinaluni í 1984. 1985 gjørdist gylta árið hjá honum og Everton, tá Everton vann enska meistaraheitið, og kappingina fyri evropeiskar steypavinnarar (Cupwinners Cup). Howard Kendall og Everton vunnu aftur enska meistaraheitið í 1987, og er talan um mest framburðarríku árini hjá teimum bláu í Liverpool.

 

Howard Kendall varð sjálvur Everton-spælari. Hann spældi á miðvøllinum hjá Everton í 1970-unum, og byrjaði sína yrkisleið, sum spælandi venjari hjá Blackburn Rovers í 1979.