Venjari úr Premier League gav ungdóminum í Suðuroynni íblástur

Í seinastu viku høvdu ungdómarnir og venjararnir hjá FC Suðuroy, TB og Royn sera spennandi vitjan.

Tað er kendi skotin og sera vælumtóki og dugnaligi venjarin Alan Irvine, sum hevur vitjað Suðuroynna og deilt út av sínari vitan og royndum.

Ungdómarnir hava vant tvær ferðir um dagin saman við Alan Irvine, og so var eisini serligt venjarakvøld á skránni, har Alan Irvine greiddi stutt frá um yrkisleið sína sum fótbóltsleikari og seinni sum venjari, har hann millum annað hevur vant ungdóm eins og vaksin, bæði sum hjálparvenjari, akademistjóri og eisini sum høvðusvenjari.


Ungdómarnir sum spæla við U15 og U17 hava dámt sera væl og eru sera fegnir um at ein venjari á hægsta stigi hevur givið sær stundir at leggja leiðina hendavegin og venja á grassrootsstøði - ungdómsstøði.

Til hvørja venjing legði venjarin stóran dent á luttøkuna, hvussu ein kannar økini, stillar seg í mun til økið og mótstøðuleikarar og hvussu ein spælir viðleikarnar góðar. Tað var sera nógv ferð yvir venjingunum og luttøkan hjá leikarunum var eisini sera góð.


Fyriskiparnir sum eru fólkini, ið eru virkin í FC Suðuroy, TB og Royn hava saman við Finn Johannessen, ið hevur kent Alan Irvine síðani hann vitjaði í Everton í 2004, fyriskipað vitjanina og syrgt fyri at venjingarnar hava eydnast. Allir venjararnir eins og leikararnir vóru á einum máli um at hetta nokk er best fyrireikaði og stórsti venjarin, ið hevur vitjaði í Føroyum, við tað at hann eisini hevur givið sær stundir til at fara av hægstu tindum og seta tíð av til ungdómin í Føroyum.

 

Á venjarafundi fyri alla oynna greiddi Alan Irvine eisini frá um ymiskar spæliskipanir og um hvussu tilgongdir eru ísambandi við dystarfyrireikingar og kom hann eisini stutt inn á tær fyrireikingar hann júst nú tekst við, nú felag hansara West Ham skal leika finalu móti Fiorentina mikukvøldið.

 

Hóast hann er vanur at arbeiða við teimum stóru, so hevði hann ongar trupulleikar við at geva sær stundir til leikarar í ungdómsdeild, har leikarar hava ymiska tilgongd, og kanska eisini avbjóðingar, til hetta at spæla fótbólt, og slíkt er hugtakandi at síggja, sigur Finn Johannessen.

 

Eg var á venjaravitjan hjá ungdómsdeildini hjá Everton fyri eini 20 árum síðani, og har hitti eg fólk, m.a. Alan Irvine, og síðani hava vit hildið sambandið, sigur Finn Johannessen, ið genast um, at tað eydnaðist at fáa Alan Irvine hendavegin, tí hann metir hetta vera eitt av størstu venjaranøvnum, ið verið hevur í Føroyum.

 

##med2## 

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##