Føroysku fótbóltskvinnurnar rukku fyrrapartin akkurát ikki á mál, tá tær í EM-undandysti vunnu 4-2 á Malta, har tær við einum sigri, ið var tvey mál størri, kundu komið víðari til sjálvt EM-endaspælið í staðin fyri Georgia.
- Eg ivist onga løtu í, at høvdu vit havt okkara fyrsta málmann við til fyrsta dystin, so høvdu vit komið víðari, verður venjarin, Jón Pauli Olsen, endurgivin fyri at hava sagt við Rás 2 í tíðindasendingini á miðdegi.
Hetta er fallið fleiri fyri bróstið, og eisini Jón Pauli Olsen, sum er staddur í Brüssel, ávegis til Kjøpinhavn og víðari heim til Føroya, hevur frætt tíðindini.
- Nú sat eg í einum hýruvogni og hoyrdi illa, hvat varð sagt í hinum endanum, og sum eg skilji, hoyrdist eg sjálvur heldur ikki alt ov væl, so har haldi eg, at eg eri misskiltur, sigur hann.
Besti dystur nakrantíð
- Sjálvandi fari eg ikki eftir nakrar so fínar dystir hjá føroyska kvinnulandsliðnum at finnast at nøkrum spælara og slett ikki málverjunum, tí allar kvinnurnar gjørdu sítt allarbesta og vóru bara óhepnar, at tær ikki komu víðari, sigur Jón Pauli Olsen.
Landsliðsvenjarin greiðir frá, at hann undan EM-undandystunum fekk nógv avboð, og at tað serliga gekk út yvir málverjaplássið, men fyri tað heldur hann ikki sjálvur, at hann hevur nakað at vera ónøgdur við av tí, ið gekk fyri seg í dystunum á Malta.
- Allar gjørdu sítt allarbesta, men havi eg verið klossutur í mínum málburði, er tað so slett ikki tilætlað, tí tað havi eg onga orsøk til. Men havi eg sagt nakað, sum kann tulkast tann vegin, vil eg biðja um umbering fyri tað beinanvegin, sigur hann.
- Vit fingu bara fýra mál ímóti okkum í hesi kappingini, og eingin málverji kundi gjørt nakað við nakað av teimum, og vit skoraðu 12, so her lá einki eftir hjá nøkrum. Og dysturin ímóti Malta í dag er tann besti, landsliðið hevur spælt í míni tíð sum venjari.