Hondbóltur
Teir báðar dystirnar, sum H71 higartil hevur leikt í endaspælinum, hevur liðið havt tilgongd av einum nýggjum leikara. Talan er tó ikki um nakran óroyndan leikara, men um venjaran hjá liðnum, Una Wardum, sum undan hesum hevur eina drúgva fortíð sum leikari hjá ávíkavist Neistanum og Kyndli.
Upprunaliga var annars ikki ætlanin, at hann eisini skuldi gera um seg á vøllinum, men nú er kortini viðvent í holuni.
- Orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at vit ikki hava so nógv fólk at taka av í løtuni. Talan er eisini í stóran mun um ungar og óroyndar leikarar, og tí hugsaði eg, at um eg við hesum kundi geva nakað av friði og stabiliteti, so mundi tað vera eina roynd vert, heldur Uni fyri, tá vit hittu hann á máli um spurningin.
Og ikki kann sigast annað enn, at væl hevur gingist. Síðani venjarin gjørdist leikandi, hevur liðið vunnið á bæði Neistanum og VÍF, men sjálvur heldur hann tó, at hetta hevur hann ikki so stóran part av æruni fyri.
- Tað er rætt, at tað hevur gingið væl, men tað má vera leikarunum fyri at takka. Hasar báðar dystirnar hava vit fyrst og fremst vunnið í verjuni, og har eri eg als ikki við. Skal eg orka at spæla, so má eg avmarka meg sjálvan, tekur venjari heldur skemtandi til.
Tá vit at enda spyrja Una, um hetta so merkir, at hann eisini í framtíðini ætlar sær at vera ein spælandi partur av føroysku fyrstu deild, er svarið eitt sindur ivandi, hóast úrslitini hava verið góð higartil.
- Tað veit eg ikki. Eg havi sagt leikarunum, at tá eg haldi tað gagnar liðnum, so fari eg at royna, men tú skalt so ikki rokna við, at tað verður í fleiri ár afturat, heldur hann at enda.