Venjarin mátti lúgva

Cesare Prandelli, sum er venjari hjá italska felagnum Fiorentina, kendi seg noyddan lúgva fyri sínum spælarum í hálvleikinum av dystinum ímóti Treviso leygardagin. Hann segði, at Roma, sum Fiorentina kappast við um eitt Champions League-pláss, var aftanfyri 3-0 imóti Palermo, og tí skuldi Fiorentina bara vinna dystin fyri at fara fram um Roma. Úrslitið var, at Fiorentina tók seg saman í seinna hálvleiki og vann dystin ímóti Treviso. Hinvegin var Roma á odda 3-0 ímóti Palermo í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki javnaði Palermo púra óvæntað, og so fór Fiorentina fram um Roma hóast alt.
- Eg segði ósatt fyri spælarunum, so at teir fingu rætta hugburðin til seinna hálvleik av dystinum, segði Fiorintina-venjarin eftir sigurin.