Tá ið KÍ í 1999 tryggjaði sær FM heitið, var ÍF mótstøðuliðið í síðsta umfari. Tað var 2. oktober fyri 24 árum síðani, og henda leygardagin oysregnaði tað. Vatnið setti illa av vøllinum, og tí vóru stórir hyljar á vøllinum, sum KÍ spælararnir kastaðu seg í, tá ið teir fegnaðust um málini í 4-1 sigrinum.
Tað er møguleiki fyri, at KÍ seinnapartin fer at tryggja sær FM heitið, og aftur í dag er ÍF mótstøðuliðið. Vøllurin er betri nú, enn hann var fyri 24 árum síðani, og veðurforsøgnin sigur, at tað verður ikki nakað serligt av avfalli seinnapartin.
Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir uttan Heini Vatnsdal, sum ikki er komin rættiliga fyri seg, eftir at hann fyri nøkrum vikum síðani breyt bein í fótinum. Einki er at ivast í, at allir spælararnir fegnir vilja vera á vøllinum í dag. Hjá Magna Hoseth snýr tað seg um manningarliga at telva rætt, nú ÍF verður gestur í dag, og nú KÍ hóskvøldið fer at spæla ímóti franska Lille.
Hjá ÍF er tað lívið í bestu deildini, sum er upp á spæl. Tað eru fýra dystir eftir, og tað er neyvan tann í Klaksvík í dag, sum fuglfirðingar rokna at vera besta møguleikan at skava stig saman í. ÍF er manningarliga illa fyri. Venjarin Alex Jovevic varð burturvístur fyri viku síðani, tá ið ÍF vann 3-1 heimasigur ímóti AB, og hann verður ikki á beinkinum.
Fimm spælarar eru leikbannaðir. Teir eru Dánjal á Lakjuni, Jhon Mena Perez, Tóri Nolsøe Olsen, Elias J. Lervig og Hans Jákup J. Lervig. Pól Jákup Lundsbjerg er skaddur, og Jóhann J. Højbro er burturstaddur.
Tað er møguleiki fyri, at KÍ fer at vinna stórsigur, men tað kenn eisini vera, at dystargongdin verður,, sum hon var mikukvøldið, tá ið KÍ vann 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Ta ferðina løgdu klaksvíkingar ikki so nógv fyri, eftir at teir høvdu tikið leiðsluna. Teir høvdu tøttu dystarskránna í huga.