Venjarin saknar Símin Hansen

Símin Hansen er revsaður við kortum fleiri ferðir í hesum kappingarárinum. Venjarin, sum saknar stjørnuspælaran í heilum, góðtekur ikki atburðin hjá Hansen, men tað fær ikki avleiðingar

Seks gul kort og fýra reyð kort.
So ofta er Símin Hansen revsaður í hesum kappingarárinum.
Piotr Krakowski ræðist ikki at fjala veruleikan.
- Nei, vit góðtaka ikki atburðin hjá Símini Hansen, sigur venjarin hjá B71.
Símin Hansen hevur staðið seg sera væl í hesum kappingarárinum. Hann hevur gingið undan hjá sandoyingum. Klárt betri enn viðleikararnir.
Bólteygað og spælskilið er sjáldsama gott. Hann er gløggur spælari og heldur seg ongantíð aftur. Hann er altíð sjónligur á vøllinum. Snúningsdepilin á miðvøllinum. Ein leiðari. Skjótur og væl vaksin. Ein fram úr dugnaligur fótbóltsspælari.
Men hann hevur ein stóran trupulleika. Hann fer oftast um markið, sum verður ruddiliga staðfest, tá hugt verður at revsingunum, hann hevur fingið frá dómarunum í hesum kappingarárinum. Seks gul kort og fýra reyð kort.
Tað er sera óheppið í kroystu støðuni, sum Piotr Krakowski og B71 eru í. Sandoyingar stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, men mugu verða stjørnuspælaranum fyri uttan í heilum.
Í gjár kundi liðformaðurin væl gjørt munin á Svangaskarði.

Stríddust fyri tí
B68 hevði ikki stórvegis at bjóða á heimavøllinum í gjár.
Toftamenn vóru nógv á bóltinum, men so skjótt sum bólturin nærkaðist brotsteigarmarkinum hjá gestunum, so var spælið tilvildarligt og lítið hugflogsríkt.
Ibrahima Camara legði B68 á odda aftaná 12. minuttir. Onkursvegna sendi hann skotið avstað, sum umvegis ein mótstøðuleikara, fór í einum boga upp um Predrag Markovic.
Jóhan Dávur Højgaard sigur seg vita, hví B68 hevði ongantíð tamarhald á dystinum.
- Vit duga ov illa at skapa dystin. Avrikið hjá okkum er ikki nøktandi, sigur hann.
Thomas Hans Rubeksen javnaði fyri gestirnar. Hann stýrdi bóltin í málið við høvdinum og tryggjaði B71 eitt sera umráðandi stig.
- Vit høvdu ikki uppiborið meira, sigur Jóhan Dávur Højgaard.
- Vit royndu at fáa avgerandi málið, men tað er torført at spæla á Toftum, sigur Piotr Krakowski.
Men tað var saknur í Símini Hansen. Gestirnir høvdu lítið skipa álopsspæl, og tað var sjáldan, at sandoyingarnir tóku røttu loysnina á spælihálvuni hjá heimaliðnum. B71 hevði pláss at spæla á, serliga í seinna hálvleiki. Símin Hansen hevði heilt víst bøtt um skaðan. Hann hevur evnini at spæla frísendingar í dýpdina ella í renniteini hjá viðleikarunum.
Men liðformaðurin hevði aftur leikbann.
Piotr Krakowski sigur bart út, at tað var saknur í liðformanninum.
- Hann manglar í dag, tað er einki at siga til, sigur hann.


Saknur í honum
Símin Hansen er ímyndin av liðnum hjá B71. Hann eigur serstakt pláss liðnum hjá sandoyingum.
Tað er eisini uppiborið. Hann hevur vunnið barndómsfelagnum fleiri stig í hesum kappingarárinum. Takkað verið hansara avrikið, hevur liðið hórað undan.
Piotr Krakowski hevur ikki stórvegis fólk at taka av. Tí hevur hann ongan møguleika at revsa Símin Hansen. Tað merkist, tá Hansen er við, og tí fáa mongu kortini ikki avleiðingar.
Venjarin góðtekur ikki hansara atburð, men tað fær ikki avleiðingar.
- Vit arbeiða við støðuni, soleiðis, at hann fær ikki fleiri kort í hesum kappingarárinum, sigur Piotr Krakowski.