Fyri viku síðani leyp B71 bukk upp um skálamenn, sum taptu 1-0 á heimavølli ímóti GÍ. Sandoyingar settu seg við 1-0 sigri á AB á sætta plássið, og í dag hevur Skála møguleikan á Sandi at vinna sætta plássið aftur.
Skála venjarin, John Petersen, er burturstaddur. Tí verður tað Skála formaðurin, Hans Jákup Andreasen, sum fer at hava ábyrgdina av skálamonnum.
Hjá Skála er tað dyggur smeitur, at liðformaðurin, Pauli G. Hansen, eisini er burturstaddur. Ein annar lyklaspælari, Arnhold Berg, er leikbannaður. Á plusssíðuni telur tað nógv, at Alexandur Johansen er tøkur aftur eftir knæskaða. Poul N. Poulsen er eisini tøkur eftir skaða.
Á Sandi er lagið gott. Tað hevur hilnast væl, og burtursæð frá knæskadda Hanusi Clementsen hevur spælandi venjarin, Eli Hentze, allar sínar spælarar tøkar.