Flest okkara kenna vit Lotte Paarup. Um ikki av navni, so av útsjónd. Hon er nevniliga skemtiliga og fryntliga daman, ið hvønn morgun roynir at fáa okkum, sum síggja Viasat sport, í betri venjing. Á skránni er alt frá Pilates, venjing við bólti, styrki- og pulsvenjing. Og vit sum pøst fylgja við, merkja dagin eftir í eymkandi vøddum, at henda daman dugir síni ting. Eins frísk og væluppløgd hon er á sjónvarpsskíggjanum, er hon eisini í veruleikanum. Blíð og týð greiðir hon frá øllum frá Pilates til hol í tonnunum. Nei, Lotte er ikki tannlækni, men hon er fysioterapeutur, ið kennir tað sum eitt kall at fáa danir at hugsa meira um kropsligu heilsuna.
– Um tú ikki bustar tenn, fært tú hol í tenninar. Tað sama hendir, um tú ikki røkir kroppin. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit øll eru varug við hetta, og at vit hvønn dag royna at røkja kroppin, sigur Lotte Paarup.
Lotte er farin frá at vera almennur fysioterapeutur og hevur nú eina viðgerðar-stovu, har hon arbeiðir við uppafturvenjing og við persónligari venjing.
– Vit fáa øll fólk inn á okkara viðgerðarstovu, bæði harra og frú Danmark. Væl vand ítróttarfólk, fólk, sum vilja tapa seg, og fólk, sum vilja stramma búkvøddarnar. Mín uppgáva er at vegleiða tey, so tey koma á rætta kós, sigur Lotte Paarup.
Funktionell venjing
Lotte hevur altíð verið ítróttarkvinna, og var tað hondbólturin, ið fyrst hugtók hana. Hon fekk tó ein skaða, og byrjaði tískil á einari venjingarmiðstøð, har hevur hon hildið til síðani.
– Tá ið eg byrjaði í venjingarhølunum, var Jane Fonda aerobic ordiliga sakin. Eg fór rættiliga skjótt undir at undirvísa, og tá var tað eisini Jane Fonda aerobics, ið setti dagsskránna, sigur Lotte, sum ikki hevði møguleika at útbúgva seg til venjara tá, av teirri einføldu orsøk, at har var ongin tílík útbúgving í landinum. Seinni hevur hon tikið alskyns skeið uttanlands, og er hon í dag ein sera roynd dama innan fitnessøki. Millum annað tí, at hon samantvinnar sína bakgrund sum fysioterapeutur við hollu royndunum við fitness, ið tilsamans gevir sokallaða funktionella venjing.
– Um Jane Fonda venjing var hørð fyri limir og vøddar í kroppinum, so er funktionell venjing tað øvuta. Her verða limir og vøddar vandir á ein varligan og munadyggan hátt, alt eftir hvat teir skulu nýtast til, sigur Lotte Paarup.
Umframt at venja fólk við vanligari styrkivenjing og pulsvenjing, fæst Lotte sera nógv við í Pilates venjing. Hon hevur seinastu fimm árini í fleiri umførum verið uttanlands og fingið sær serfrøði innanfyri Pilates, og verður í dag mett sum ein tann besti pilatesvenjarin í Danmark.
Spurd um, hvat Pilates er fyri nakað, sigur hon tað vera tann mest krevjandi venjingarhátturin, ið finst í dag.
– Pilates samantvinnar styrki við venjing av andadráttinum. Allur kroppurin, frá topp til tá, verður vandur við serligum atliti á miðjuna, altso búkin og ryggin. Pilates er ikki lætt at læra, men styrkir vøddarnar sera væl og er sera effektivt, tá ið ein hevur lært tað, sigur Lotte.
Hon vísur á, at hóast venjingin kann tykjast trupul, so kunnu øll verða við.
– Ja, avgjørt. Eg brúki Pilates bæði til frísk fólk í góðari venjing og til fólk, ið eitt nú hava trupulleikar við rygginum.
Umframt at hava kundar í viðgerð, so ferðast hon bæði innanfyri og uttanfyri Danmark, har hon heldur fyrilestrar og skeið um venjing, heilsu og vælveru fyri fakfólkum og vanligum fólkum.
Hóast Pilates er sera nógv uppi í tíðini, so vísur Lotte á, at tað er ikki fyri øll.
– Tá ið eg fái kundar, vísi eg teimum á, at tey skulu gera tað, ið teimum lystir. Tað nyttar jú onki, um eg seti tey í gongd við Pilates, tá ið tey slettis ikki tíma. So gera tey tað nakrar ferðir, og halda so uppat aftur, sigur Lotte. Hon heldur, at lykilin til at fáa fólk at røra seg hvønn dag er, at tey skulu íðka tað, ið tey tíma.
– Eg leggi onki í, um fólk velja at renna, súkkla, venja styrkivenjing, putlast í havanum ella okkurt heilt annað. Bara tey gera okkurt, sum tey tíma, so tey halda áfram. Hinvegin skulu fólk eisini minnast, at tað nyttar lítið bara við Pilates ella bara við renning. Øll skulu venja puls, styrki og strekk, sigur Lotte, ið sjálv, umframt at gera alt frá Pilates til styrkivenjing, altíð rennur sær einar tríggjar ella fýra túrar um vikuna.
Tey, ið hava hug til at venja saman við Lotte, kunnu venja hvønn gerandismorgun á Viasat Sport 1, har hon venur alt frá Pilates til styrki.
Eisini hevur hon givið ein hóp av filmum út, ið millum annað kunnu keypast á heimasíðu hennara, www.lottepaarup.dk. n