Mikudagin skal føroyska U17 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti spæla fyrsta dystin í EM endaspælinum, sum er í Kroatia í hesum døgum. Hópurin er komin vegin fram og hevði fyrstu venjingina í dag.
Les eisini: Søguligan ferðin er byrjað
Liðið hevur gist í Kastrup og fór í morgun leiðina til Zagreb í Kroatia. So illa vildi til, at miðverjin úr HB, Bjarni Brimnes, stóð eftir á flogvøllinum í Kastrup, tí flogfelagið hevði gjørt ein feil. Tað gekk tó skjótt at fáa hann til Zagreb umvegis Amsterdam.
Liðið vandi í dag á einum grasvølli, sum liggur eitt korter frá gistingarhúsinum. Lagið var gott og spælararnir tykjast hugagóðir og málrættaðir. Onkur einkultur snuddur er á liðnum. Fróði Rasmussen, sum hevur verið liðskipari hja U17 í undankappingini, er ikki við. Tí verður arbeitt við at mannnað miðverjuna á nýggjum.
- Vit høvdu eina fína venjing. Tað var gott veður og ein avbera góður vøllur, sigur Pól F. Joensen, sum stendur á odda fyri U17 landsliðnum saman við Áka Johansen.
Spælararnir hava nú vitað í ein mánað, at teir skulu til EM endaspælið. Teir eru væl fyri og til reiðar til uppgávuna, metir Áki Johansen.
- Spælararnir tykjast væl fyri og tykjast til reiðar til stóru uppgávuna fyri framman. Venjingin var á høgu stigi og tað er týdningarmikið nú tríggjar dagar undan fyrsta dystinum, sigur Áki Johansen.
Føroyska liðið hevur eina venjing seinnapartin í morgin. Fyrsti dysturin er móti Skotlandi mikudagin. Rás2 sigur frá dystinum.