Venjingarskúlin gerast um til 100 lestraríbúðir

Tað eru fleiri aðrir bygningar í Havn, sum eru áhugaverdir at gera til íbúðir, heldur stjórin í Bústøðum

Arbeitt verður nú við eini ætlan um at taka Venjingarskúlan á Frælsinum í Havn -ella ein part av honum- og at byggja hann um til lestrarbústaðir, tá ið børnini, sum annars ganga har, eru flutt út í spildurnýggja skúlan úti á Fløtum við Landavegin.

 

Hetta skal gerast eftir sama leisti, sum við Kommunuskúlanum, har Bústaðir fingu skúlan fyri at kalla einki, at innrætta til lestrarbústaðir.

 

- At innrætta ein gamlan bygning til lestrarbústaðir, er ein nógv bíligari loysn, enn tað hevði verið at bygt nýggjan bygning til endamálið, segði Andras Róin, stjóri í Bústøðum, við Sosialin nú ein dagin.

 

Og nú verður tosað um, at Bústaðir skulu fáa Venjingarskúlan til taks og gera hann um til lestrarbústaðir, upp á sama máta sum kommunuskúlan,

 

Samstundis hevur samgongan arbeitt við eini ætlan um at gera ein rættiligan lestrarbýling rundan um Fróðskaparsetrið.

 

- Vit hava eisini boðað frá, at vit í Bústøðum eru ógvuliga áhugað í at vera við í eini verkætlan, har Venjingarskúlin verður bygdur um til lestrarbústaðir, sigur stjórin í Bústøðum við Sosialin.

 

Hann sigur, at tilsamans er pláss fyri 80-100 íbúðum í skúlanum Men hann leggur afturat, at tað ber eisini væl til at hava eina blandaða bygging, har ein partur er vanligir lestrarbústaðir, og ein annar partur eru familjuíbúðir.

 

Og Andras Róin heldur, at skal talan verða um ein lestrarbýling, har tað eisini skal vera lív í eftir skúlatíð, finst neyvan nakað betri pláss at gera lestrarbústaðir, enn nettupp í Venjingarskúlanum, sum er beint við Fróðskaparsetrið.

 

Men saman við tí, ber so eisini til at gera tann stóra grasvøllin við skúlan, til ein part av ætlanini, leggur hann afturat.

 

- Vit vita eisini, at umframt Venjingarskúlan fáa bæði landið, og Tórshavnar Kommuna eisini fleiri aðrar bygningar til taks í næstum, sum eisini kunnu brúkast til bústaðir

 

- Óvissa er um, hvat hesir bygningar skulu brúkast til í framtíðini. Men skulu vit tosa um at endurnýggja býin, og at fáa ótíðarhóskandi bygningar aftur til heiður og æru, kann tað vera eitt gott hugskot at byggja teir um um bústaðir av ymsum slagi, heldur stjórin í Bústøðum.

 

Bygningar, hann hugsar um í hesum sambandi, eru Studentaskúlin í Hoydølum og Handilsskúlin í Marknagili, har næmingarnir flyta í Glasir. Samdundis er ætlanin at byggja nýggjan Musikkskúla, og sostatt verður Skúlin á Frúutrøð tøkur.

 

- Og á Landssjúkrahúsinum skal psykiatriska deild flytast í nýggj høli, so eisini har verða bygingar tøkir, sum eru væl hóskandi til endamálið.

 

- Fleiri av hesum bygningum hava eisini tann fyrimun, at teir liggja væl fyri, miðskeiðis í býnum, leggur Andras Róin afturat.