Verður dýrari at ferðast næsta ár

Roknað verður við hægri prísum á flogferðum og hotellum næsta ár

Heimsbúskapurin mennist, og tað hevur við sær hægri ferðaprísir næsta ár.

Tað halda fyritøkurnar Carlson Wagonlit Travel og GBTA, sum í felag hava gjørt eina greining av ferðamarknaðinum í 2018.

Sambært greiningini, sum heimasíðan Take Off endurgevur, fara alheimsprísirniar á flogferðum og gisting at hækka við sløkum fýra prosentum.

Fleiri orsøkir eru til hækkandi prísirnar. Oljuprísurin er nú á veg uppaftur, og hann spælir stóran týdning í rakstrinum hjá flogfeløgunum. Inflation er aftur aftur vaksandi, og nýggir marknaðir hava við sær øktan eftirspurning.

Sambært nýggju greiningini fara flogprísir í miðal at hækka 3,5 prosent í 2018, gisting við 3,7 prosent, og taxa-prísirnir fara at hækka 0,6 prosent.