Hóast USA hevur lovað 25 milliónir dollarar í finningarløn, um onkur vil avdúka upplýsingar, sum kunnu gera, at Osama bin Laden verður tikin, er eingin fallin fyri freistingini enn.
Amerikanski løgmálaráðharrin, Eric H. Holder, ásannar eisini, at leiðarin í al-Qaeda kemur ongantíð fyri ein amerikanskan dómstól.
Í einari hoyring í Kongressini í gjár segði Holder, at bin Laden verður skotin, áðrenn hann verður tikin.
-Tað verða annaðhvørt okkara menn ella hansara egnu, sum skjóta hann, segði ráðharrin.