Vera millum tvey tey fremstu liðini í grundspælinum

Sävehof vann greiðan sigur á Alingsås á heimavølli í kvøld

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og liðfelagar teirra í Sävehof tóku í kvøld móti Alingsås í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini í høllini í Partille.

 

Sävehof vann ein greiðan 30-23 sigur. Í steðginum var Sävehof á odda 17-10.

 

Elias skoraði fýra mál og legði upp til fimm mál. Óli sum ikki fær somu spælitíð, ið hann fekk tá fleiri leikarar vóru uttanfyri við skaða skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál í kvøld.

 

Sigurin merkir, at Sävehof verður millum tvey tey fremstu liðini í grundspælinum. Sävehof er næstfremst í deildini við 39 stigum. Kristianstad er fremst við 40 stigum. Ystad sum er nummar trý í deildini við 33 stigum kann í mesta lagi fáa 33 stig. 

 

Eitt annað pláss eftir lokið grundspæl hevði merkt, at Sävehof hevði møtt nummar sjey í grundspælinum í fjórðingsfinalunum.

 

Komandi hóskvøld spælir Sävehof á útivølli móti Skövde. Eftir tað er bert ein dystur eftir í grundspælinum. Hann verður leiktur 31. mars í Partille móti Hallby, ið er komandi felagið hjá Róa á Skipagøtu.