Tað vera væntandi 6.500 áskoðarar til fyrsta dystin hjá Føroyum

Føroyar skulu spæla tríggjar dystir í Sankt Jakobs høllini í Basel

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spælir fyrsta søguliga EM-endaspælsdystin móti vertstjóðini, Sveis í Basel 29. november. 1. desember verður Kroatia mótstøðuliðið, og 3. desember skulu føroysku kvinnurnar royna seg móti Danmark. 

 

Dystirnir vera spældir í Sankt Jakobs høllini í Basel, har pláss er fyri 6.500 áskoðarum.

 

Tað liggur í kortunum, at tað verður útselt til dystirnar hjá vertstjóðini, Sveis, so tað vera 6.500 áskoðarar til fyrsta EM-endaspælsdystin í søguni hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

 

Ein kend altjóða badminton-kapping, Swiss Open verður á hvørjum ári leikt í Sankt Jakobs høllini, so badmintonfjepparar kennast helst við høllina. 

 

Í oktober á hvørjum ári er størsta tenniskappingin í Sveis, Swiss Indoors í Sankt Jakobs høllini. Lokala hetjan í Basel, Roger Federer hevur vunnið kappingina níggju ferðir, ið tey í Basel fegnast stórliga um.  

 

Tað búgva 180.000 fólk í Basel. 

 

##med2##