Óverdugt bara at krevja

Føroyingar eiga at gjalda fyri luttøkuna í Norðurlandaráðnum og ikki bara krevja og njóta ágóðan av samstarvinum, halda føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum

Føroyingar skulu ikki bara krevja og njóta ágóðan av samstarvinumí Norðurlandaráðnum. Vit eiga eisini at gjalda fyri okkara luttøku.

Tað halda báðir teir føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum.

Í løtuni eru tað danir, sum gjalda limagjaldið fyri okkum, og tað dámar føroysku umboðunum illa.

- Tað kennist óverdugt og snópisligt at leggja uppskot, sum kosta pengar, fyri Norðurlandaráðið, tá vit sjálvir ikki gjalda eitt oyra til hetta samstarvið, sigur Dan Reinert Petersen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

- Hetta er ein prinsipiellur spurningur. Sjálvandi eiga vit at gjalda fyri luttøkuna, tí vit fáa nógv burtur úr samstarvinum, sigur Jógvan við Keldu, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.


Ráða yvir mandatinum

Teir báðir tinglimirnir umboða Føroyar í Norðurlandaráðnum, men tað er gjøgnum donsku luttøkuna, at føroysku limirnir sleppa við.

Danir hava avsett tveir av sínum parlamentarisku sessum til Føroyar, og føroyingar gjalda ikki eitt oyra fyri hetta.

Jógvan við Keldu situr í Norðurlandaráðnum sum partur av konservativa bólkinum, og Dan Reinert Petersen er partur av sosialdemokratiska bólkinum.

- Tá danir hava latið okkum mandat, sum vit sjálvir ráða fullkomiliga yvir, so eiga vit eisini at gjalda fyri tað, sigur Dan Reinert Petersen.


Má broytast

Limalondini í Norðurlandaráðnum gjalda hálva promillu av bruttutjóðarúrtøkuni sum limagjald.

Í løtuni gjalda Føroyar ikki eitt reytt oyrað, tí danir senda kekkin fyri okkum, og tað er hetta, sum eigur at verða broytt í stundini, stendur tað til Dan Reinert Petersen og Jógvan við Keldu.

Teir hava fleiri ferðir ført hetta fram mótvegis landsumsitingini, men enn er eingin loysn at hóma.

Í løgmansrøðuni verður sagt, at landsstýrið er farið undir at fyrireikað eitt uppskot um, at Føroyar gjalda sín lutfalsliga part til norðurlendska samstarvið. Talan er um eina árliga upphædd upp á millum eina og tvær milliónir krónur.

Sosialurin hevur skilt, at landsstýrið hevur vent sær til donsku stjórnina fyri at sleppa at gjalda, men danir eru ikki hugaðir fyri hesum.


Senda milliónir hendan veg

- Hóast danir eru sinnaðir at gjalda fyri okkum, so eiga vit - uttan at spyrja teir eftir - at senda teimum ein kekk fyri okkara part av luttøkuni. Vit mugu gjalda fyri okkum, sigur Dan Reinert Petersen og vísir á, at føroyingar fáa stóran ágóða av samstarvinum í Norðurlandaráðnum, millum annað til orðabókaarbeiði og ymisk mentanartiltøk.

Seinastu fýra árini hevur Mentanargrunnurin hjá Norðurlandaráðnum til dømis sent tríggjar milliónir krónur til Føroyar sum stuðul til ymisk mentafólk og mentanartiltøk.

Og í næsta mánaði fáa føroyingar ein fastan lim í nevndina fyri mentanargrunnin. Enn einaferð uttan at gjalda fyri tað.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, umsitir hetta mál, men tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá honum undan evstamarki í gjár.