Næsta ár verður kanska lættari at vera vestmenningur.
Nú fíggjarætlanin fyri næsta ár verður løgd, kannar kommunustýrið møguleikarnar fyri at lækka skattin, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri
Aðrir møguleikar eru eisini at gera tað lættari hjá barnafamiljum við at hækka barnafrádráttin, ella við at seta systkinaavsláttur í gildi í barnaansingini.
Talan kann eisini vera um eina loysn við tveimum, ella øllum trimum av hesum. Pauli Trónd Petersen leggur dent á, at enn er ongin avgerð tikin, men hann sigur fyri vist, at hetta er ein spurningur, bygderáðið fer at viðgera, nú fíggjarætlanin skal leggjast.
Skattaprosentið í Vestmanna er 22 prosent og tað fer at kosta kommununi 1,6 milliónir at lækka tað eitt prosent. Barnafrádrátturin er 4000 krónur um árið fyri hvørt barn, og verður hann hækkaður 1000 krónur, kostar tað kommununi 300.000 krónur.
Annars vænta tey, at Vestmanna Kommuna fer at fáa eina skattainntøku á 38-40 milliónir næsta ár, tað veldst um, hvat tær nýggjastu inntøkumetingarnar siga.