Verið varin, tá krossurin skal setast!

Nú er tað so ein veruleiki. Vit skulu aftur til valhølini at kjósa okkum eina nýggja tingmanning. Hvussu hon kemur at verða samansett, vita vit ikki, fyrrenn eftir valið, tá flokkarnir hava verið saman og samrátt seg til eina samgongu.
Mín vón er so tann, at fólk velja við høvdinum og ikki brúka hjartað at velja við, tá krossurin skal setast.
Vit hava havt eina stjórn sitandi hesi síðstu 6 árini, sum lítið annað hevur gjørt, enn at fingist við sjálvstýrismál, loysing og yvirtøkur. Alt, sum hevur havt nakað sum helst við Danmark at gera, er av tí ónda og ikki rætt, sambært samgonguflokkunum (loysingarflokkunum).
Blokkin, sum vit eiga, ikki sum loysingarmenninir siga vit fáa, hava teir skorið niður so tað merkist. Yvirtøkur hava teir framt, og stórar yvirtøkur hava teir ætlanir um at fremja, so tað kemur at merkjast sera sera fast. Serliga hugsi eg um okkara eftirkomarar, sum koma at merkja sviðan harðari enn vit, og muga teir so berjast við trupulleikarnar, ið forfedrarnir hava leitt teir út í, hetta kemur ivaleyst at standa sum ein skammblettur eftir teir, sum tá ráddu. Hetta er fyri mítt viðkomandi ein ræðandi gongd.
Alt tað, sum hesir naivu loysingarmenninir oysa um seg við, er tann reini undirgangur fyri okkara deiliga land. Eg veit, at tað sum eg her sigi, verður illa upptikið av loysingarmonnum. Nógvir av teimum, sum bjóða seg fram, eru fullir av minnimanskenslum. Teir siga, at alt tað, sum onnur siga, er skeivt og onki sigandi.
Haldi sjálvur, at vit skuldu gjørt meira brúk av tí frælsi, vit hava í ríkisfelagsskapinum, heldur enn at loyst frá Danmark. Vit vita hvat og hvussu vit hava tað í ríkisfelagsskapinum. Gudarnir skulu vita, hvat støði vit koma at liggja á, um vit taka eina fullkomna loysing, ja eg fái gásahold við tankan, um hvussu okkara t.d. heilsuverk, løgregla, rættarskipan, pensjónir og alt sum hevur við almannamál/forsorg at gera kemur at virka, nei og aftur nei, eg eri ikki tryggur við at vit koma í tað støðu. Tað eru ongantíð komin nøkur neyv tøl fram frá loysingarflokkunum, um hvussu okkara land kemur at klára at bera eitt fullkomiliga sjálvstøðugt land fíggjarliga. Vit sum ikki eru fyri at loysa, vita hvussu støðan hevur verið og hvussu hon er í skrivandi løtu, meini sjálvur, at hatta eru bara nakrir dreymar, sum ikki mugu blíva til veruleika.
Eitt tíðindafólk spurdi fyri nøkrum árum síðani ein virdan listamann, tey vóru á floti við einum fýramannafari í skopunarfirði, hvat hann helt um, at vit loystu frá Danmark. Jú, hann var loysingarmaður av guðs náði, men eitt máttu føroya fólk gera sær greitt, at vit máttu á eitt heilt annað og lægri livistøði, um vit velja loysingina. Hann tók tað dømi fram, at bilur kom ikki at standa í hvørjum túni, eftir at loysingin var framd. Eg eri rættiliga vísur í, at hann hevur rætt í síni metan av støðu okkara, um ein møgulig loysing verður framd, so verið varin hvat ið tit velja.
Hetta eru nakrir tankar og í mínari verð rættiliga røtt fakta, um støðu okkara eftir eina møguliga loysing. Einaferð enn, verið sera umhugsin tá ið krossurin skal setast, og ikki standa og droyma í valhølinum. Vit vita, hvat vit hava, men vit vita ikki, hvat vit fáa, serliga ikki í løtuni, tí yvirhøvur sær tað ikki so ljósareytt út í vinnuni.