Verjan kostaði størsta U21-tapið

Ein sovandi verja fyrstu løtuna av seinna hálvleiki førdi til, at føroyska U21-landsliðið mátti leggja rygg til eitt 0-5-tap fyri Albania í EM-undankappingardystinum á Svangaskarði leygardagin. Hetta er størsti ósigurin í stuttu U21-landsliðssøguni

Føroysku U21-landsliðsvenjararnir høvdu góðar vónir til dystin ímóti Albania á Svangaskarði leygardagin kl.13. Hetta helst eftir úrslitið av tí fyrra dystinum millum liðini, har Albania vann heima í Albania tepurt og óuppiborið 1-0.


Væl frá byrjan

Fyrstu løtuna bendi nógv á, at føroyska liðið als ikki ætlaði sær at liggja í bíðistøðu. Føroyar sat nógv á bóltin fysrtu minuttirnar, og uppspælið var væl skipað, hóast váti og bleyti vøllurin darvaði nógv. Í fimta minutti var um reppið, at Jónas Tór Næs legði Føroyar á odda. Skotið kom úr sama stað sum Einar Hansen skoraði úr í U21-landsdystinum ímóti Italia herfyri, men hepnið var við gestunum, og bólturin brast á tvørtræið.

Tað sást væl, at Christian R. Mouritsen aftur var at finna á liðnum. Manchester City-leikarin leikti ein frálíkan dyst, og við at trekkja langt aftur á vøllin í uppbyggjandi álopsstøðum var hann maðurin, ið sniðgav flest øllum álopunum.

Albania tóktist at vera eitt væl samanspælt lið, og vísti sera skjótt og gott spæl, tá ið teir komu í álop. Hetta gjørdi teir til eina støðuga hóttan, og í 25. minutti eydnaðist tað teimum at leggja seg á odda. Xheyahir Sukaj slapp leysur í vinstru, men Gunnar Nielsen bjargaði fyrstu málroyndini. Returbóltin hevði føroyskur verjuleikari trupulleikar við at beina burtur, og hetta gagnnýtti hesin sami Sukaj, og sendi Albania til hálvleiks við einari 1-0-leiðslu.


Verjan sovnaði

Føroyska verjan hevði í fyrra hálvleiki tamarhald á einum sterkum albanskum álopsparti, men eftir steðgin mistu teir fullkomiliga tamarhaldið. Bara tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik slapp Sukaj at skora sítt næsta mál, tá ið hann stóð ódekkaður eftir uppspæl í vinstru. Fýra minuttir seinni var aftur galið, tá ið Albania hesaferð breyt ígjøgnum í høgru. Føroyska verjan hevði alt ov leingi um at sneiða sær á, tá ið bóltur varð spældur inn um verjuna. Hesaferð var tað Arbbr Abilaliaj, sum ódekkaður frammanfyri málið slapp at økja til 3-0.

Og enn einaferð. Hesuferð gingu fimm minuttir, áðrenn næsta málið fall. Hetta málið kann føroyska liðið tó ikki beinleiðis sektast fyri, tí málið var eitt satt perlumál frá Sukaj, sum úr 40 metrum sendi kúluna í netið, og fullførdi sítt hattrikk.

Føroyski málverjin og liðskiparin, Gunnar Nielsen, var als ikki glaður fyri úrslitið, og vakti við sínum brøli og skeldi alt liðið. Tað sást týðiliga, tí eftir hetta spældi føroyska liðið seg til nógvar málmøguleikar. Serliga var tað Johan V. Gunnarson á vinstra bakki, sum kom nógv fram við og stáplaði nógvar møguleikar á beinini. Eisini Andreas Lava Olsen úr LÍF var ein hóttan fyri albanska liðið, sum tó fekk tað seinasta málið í dystinum. Tað málið fekk innskifti Germard Progmi, og eymýkjandi tapið var nú fullkomið fyri føroyingar. 5-0 til Albania.


Føroyska U21-landsliðið kann fáa uppreisn aftur longu mikudagin. Tó er uppgávan stór, tí tað verður Italia, ið kemur á vitjan. Dysturin verður kl.13 á Tórsvølli.


Føroyska liðið:

Gunnar Nielsen (liðsk.) – Johan V. Gunnarson, Poul Thomas Dam, Svend F. Jacobsen, Jónas Tór Næs – Pætur T. Jørgensen, Christian R. Mouritsen, Emil N. Leifsson, Bogi Løkin, Magnus Olsen – Gudmund S. Nielsen

Innskiftarar: Ásbjørn V. Gunnarson, Andreas Lava Olsen, Odmar Færø


1-0, Xheyahir Sukaj (25min.)

2-0, Xheyahir Sukaj (48min.)

3-0, Arbbr Abilaliaj (52min.)

4-0, Xheyahir Sukaj (57min.)

5-0, Germard Progmi (85min.)