Fótbóltur
- Tað, sum hevur týdning, er at fáa okkara spæl at rigga.
Føroyski landsliðshópurin kom seinnapartin í dag til Estlands, har venjingardystur verður á skránni mikukvøldið. Við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum, fsf.fo, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, at føroyska liðið skal betra seg í verjustøðu.
- Avbjóðingin er at fáa verjupartin at rigga betur. Í dystinum í Íslandi lótu vit mótstøðuliðið fáa trý mál, hóast málmøguleikarnir ikki vóru serliga stórir. Tað er ikki nóg gott, og tí skal hetta fáast upp á pláss. Uppgávan hjá okkum er eisini at halda fast við teir góðu tendensirnar í framrættaða spælinum, og helst skulu vit fáa mál burtur úr møguleikunum, sum vit skapa, sigur landsliðsvenjarin.
Dysturin mikukvøldið verður tann fimti í røðini millum Estland og Føroyar. Tvær ferðir hava vit fingið javnleik, og tvær ferðir er Estland enda omaná.
- Estland hevur eitt lið, ið er eitt vet betri enn vit. Eg vildi mett, at teir eru á nøkulunda sama støði sum Ísland, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Dysturin verður leiktur mikukvøldið 4. juni í estiska høvuðsstaðnjum, Tallin. Bríksla verður í gongd á A. Le Coq Arena leikvøllinum klokkan 19.00 lokala tíð.