Verjan steðgaði VB-vónunum

Talan var sjáldan um tað heilt vakra hondbóltsspæli, men eitt sera gott verjuavrik vissaði Stjørnuni rætt til triða finaludystin

Tað stóð nógv á Stjørnuni, tá tær leygardagin spældu næstu FM-finaluna. FM-vónirnar hjá VB vóru, at í minsta lagi ein javnleikur fekst úr dystinum, og hetta høvdu einir 200 áskoðarar góðar vónir um, tá hesi rúgvaðu væl upp í ljóðrúminum í KÍ-høllini.

Nervar gjørdu um seg
Og hóast Stjørnan enn var greiður favorittur, so var sjónligt, at nervarnir høvdu sítt at siga fyrstu longu løtuna. Tær høvdu fleiri góðar møguleikar til veruliga at leggja sjógv niður til VB, men vánaligar skotroyndir saman við góðum málmansspæli frá Astu Armonavi byrgdu upp fyri hesum.
Og samstundis spældi VB veruliga fyri sínum møguleika. Ikki óvæntað var tað Daiva Toumaite, sum gjørdi mest um seg, og eitt skifti tóktist hon eisini hava megina til sjálv at gera alt av.
Stjørnan valdi nevnliga ikki at mansverja hana, og tó at miðblokkurin hjá heimaliðnum royndi at vera kompaktur, so fingu tær ikki steðga langlimaða litavanum hjá VB. Í øllum førum ikki fyrstu løtuna.
Tað batnaði tó munandi, tá Alina otaðu seg longur út eftir Daivu. Góða spælskilið hjá rumenska stórspælaranum hjá Stjørnuni fekk aloftast darvað Daivu nakað, og tá restin av verjuni nú veruliga byrjaði at stríðast fyri bóltunum, gjørdist tað tungt hjá VB. Enn megnaðu tær tó at revsa, tá Stjørnan í sínum lagi framdi mistøk, men tað stóð greitt, at talan kundi verða um sera tungan seinna hálva tíma hjá gestunum.

Høvdu eitt jarntak
Og tað gjørdist tað sum so eisini. Frá byrjan av seinna hálvleiki tóktist Stjørnan hava tveitt nervarnar burtur. Tær vunnu seg skjótt eini trý mál framum, og tó at munurin ikki vaks stórt meira eftir hetta, so høvdu tær alla tíðina dystin í einum jarntaki.
Framvegis var tað fyrst og fremst í verjuni, at dysturin varð vunnin, men hartil fekk Simona Petersen eisini gott rásarúm í álopinum. Og við stóru skotstyrkini revsaði hon ferð eftir ferð VB-verjuna.
Og at enda tóktist kropsliga yvirvágin hjá vertunum eisini sálarlig móti einum alt meira uppgevandi VB-liði. Tí hóast hesar enn høvdu ein møguleika at avgera tingini til egnan fyrimun, so sást á flestu brøgdum, at hetta var møguleikin. At byrja við so ljódligi VB-parturin av KÍ-høllini fánaði alt meira burtur, og ístaðin rungaðu heimarópini alt meira. Eisini hóast keðiligu hendingina við hallarvarparanum móti dystarenda.

Fakta um dystin
Stjørnan-VB 25-21 (13-12)
Næsta av trimum finalum
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 9, Joan Midjord Djordjevic 4, Bára Skaale Klakstein 4, Alina Olaru 3(1), Durita Christophersen 2, Una Olsen 2, Anna Kristina Samson 1
VB: Daiva Toumaite 8(3), Gurið Mortensen 4(2), Rannvá Johannesen 3, Laila Jespersen 2, Svava Vestergaard 2, Margreth Augustinussen 11, Maja Sølvsten 1
Brotskøst: Stjørnan 1, VB 8
Útvísingar: Stjørnan 2, VB 2
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen.