"Verjið Børnini" fekk góða undirtøku á Fólkafundinum

Mimmy Vágsheyg hevur lagt frá sær sum forkvinna

Fólkafundurin: Hóast hon legði frá sær, sum forkvinna í "Verjið Børnini" fyri stuttum, so vildi Mimmy Vágsheyg verja áhugamálini hjá "Verjið Børnini" á Fólkafundinum í Klaksvík.

 

Mimmy fer tó framhaldandi at verða við í stríðnum fyri at fáa burtur fyrningarfreistina í siðabrotsgerðum.

 

Hon fegnast um undirtøkuna á Fólkafundinum, og at mong hava nýtt høvið at skriva undir uppá áheitanina at fáa Føroya Løgting at taka av lógina um fyrningarfreistina fyri siðabrotsgerðir.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu, sum Rás2/in.fo gjørdi við Mimmy Vágsheyg á Fólkafundinum í Klaksvík.