Verkfallið er dýrt

Jákup Mikkelsen, stjóri á Kjølbro heilsølu, sigur, at heilsølan stórt sæð bert hevur útflýggjað vørur til keypmenn, sum sjálvir avheinta vøruna

Klaksvík:
? Hetta verkfallið hevur kostað okkum nógv, og vit hava mist eina rúgvu av sølu, sigur Jákup Mikkelsen, og hann leggur dent á, at heilsølan stórt sæð bara hevur selt út av húsinum til keypmenn í Klaksvík, sum sjálvir avheinta vøruna.
Annars hevur Jákup ikki tær stóru viðmerkingarnar til hesi tíðindini, uttan at tað ganga nógvar søgur, og tað er nógvur aggressivitetur millum fólk.
? Eg vóni bara, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum fara at finna eina semju sum skjótast, soleiðis at samfelagið kemur at virka aftur sum vanligt. Sum er eru bert taparar og ongir vinnarar, sigur Jákup Mikkelsen í stuttari viðmerking við Sosialin.