Verkfallið hjá flogskiparunum kostaði SAS hálva milliard

Umleið 370.000 ferðandi rakt av verkfallinum, sum var síðst í apríl og fyrst í mai - tað var dýrt fyri norðurlendska flogfelagið

 

26. apríl fóru flogskiparar frá norðurlendska flogfelagnum SAS í verkfall, sum merkti, at umleið 4.000 fráferðir vórðu avlýstar - eisini til og úr Føroyum.

Í dag hevur SAS almannakunngjørt roknskapin fyri seinna kvartal av árinum 2018/19. Sambært check-in.dk vísa tølini eitt stórt undirskot, tí verkfallið hevur kostað felagnum næstan eina hálva milliard krónur.

Felagið hevur annars havt yvirskot seinastu árini, men verkfallið kostar felagnum heilt neyvt 453 milliónir danskar krónur. Aðrir faktorar spæla eisini inn í neiligu gongdina sum eitt nú øktir oljuprísir og svensku krónuni, sum er lægri enn vanligt.

Umleið 370.000 ferðandi rakt av verkfallinum, sum var síðst í apríl og fyrst í mai. Flogskipararnir kravdu betri arbeiðumstøður, og tað skuldu ganga sjey dagar, áðrenn teir samráddust um nýggja avtalu við SAS.