Verkfallið á fíggjarmarknaðinum er ikki komið av tilvild. Eftir øllum at døma var tað ómøguligt at sleppa undan, tí gjógvin millum partarnar var so stór, at semingsmenninir ongantíð vóru í nánd av at leggja semingsuppskot fram.
- Eftir at hava sitið meiri enn tvey døgn á Hotel Føroyum, streyfaði tankin okkum ongantíð at royna eitt seminsuppskot. Tað hevði verið endamálsleyst, tí ósemjan var alt ov stór, sigur Alfred Petersen, løgfrøðingur, sum er annar av semingsmonnunum. Hin er Jógvan Amonsson, ríkisgóðkendur grannskoðari.
Tað er ikki tí, at hesir báðir ikki hava royndir sum semingsmenn, at lítið og onki var at gera. Alfred Petersen og Jógvan Amonsson eru uttan iva teir, ið hava lagt lunnar undir tær flestu semjurnar, sum gjørdar eru á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
- Tá eg fari inn sum semingsmaður, royni eg altíð at vera bjartskygdur, men her sá eg beinanvegin, at vit stóðu við eini uppgávu, sum fór at gerast óvanliga trupul, um ikki partarnir hvør í sínum lagi vildu flyta seg munandi. Tað gjørdu teir ikki, og tí var ikki meiri hjá okkum at gera í fyrstu atløgu, sigur Alfred Petersen.
Hann vil tó ikki avskriva, at semja kann fáast, men áðrenn teir fara upp í aftur, mugu partarnir koma við onkrum sum vísir, at teir eru til reiðar at flyta seg.
- Nú er so stutt fráliðið enn, og í morgin koma vit inn í vikuskiftið, tá alt er stongt, so eg veit ikki, um ella nær partarnir fara at gera vart við seg aftur, sigur Alfred Petersen.
Kravið hjá Finansforbundet, sum koyrir samráðingarnar fyri Starvsfólkafelagið í Føroya Banka og Trygd, er ein reallønarhækking upp á 1,5 prosent um árið. Felagið grundar kravið á, at starvsfólkini í Føroya Banki og Trygd hava verið við til at tryggja fyritøkunum søguliga góð úrslit, og at fíggjarstøðan í Føroyum er góð.
Arbeiðsgevarafelagið hinvegin vil ikki ganga við til ein sáttmála, sum er betri enn tann, sum er gjørdur við YFF, ið umboðar starvsfólkini í restini av fíggjarsektorinum – á leið 70 prosent. Hesin sáttmálin liggur á sama støði, sum hann Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið gjørdu fyrr í ár.