Tað er framvegis gongd í samráðingunum á Hotel Føroyum um ein nýggjan lønarsáttmála fyri pedagogarnar, sum ikki hava verið til arbeiðis í meiri enn ein mánað.
Terji Sigurðsson kallaði partarnar til samráðingar á miðdegi í dag og han sigur, at tey ætla at verða sitandi til tað røkkur ella støkkur. Nú fer ongin til húsar fyrrenn tað er greitt, um tað verður semja, ella samráðingarnar slitna enn eina ferð,sigur hann
Men tað er so frægt at framdrift í samráðingunum, at hann sigur, at miðað verður eftir at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar í kvøld ella í nátt. Men hann sigur, at talan er um truplar samráðingar, sum snúgva seg um, hvussu stóra lønarhækking, pedagogarnir skulu hava, sigur hann.
Fyrr í dag segði hann, at partarnir høvdu av álvara tikið ábyrgd og løgdu stóra orku í at finna eina semju, sigur semingsmaðurin. Og hann vónar, at hugburðurin verður tann sami í kvøld og hann hevur framvegis vónir um, at tey fara at røkka eini semju.