Sum vit skrivaðu fyrr í dag, stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni ímillum sjúkarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið. Síðani sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall fyri 10 døgum síðani, ella síðsta mánadag, er verkfalli hert nakrar ferðir.
Verkfallið verður hert í morgin, og beint nú boða sjúkrarøktarfrøðingarnir frá, at seinnapartin fríggjadagin verður tað hert upp aftur meiri.
Tað merkir, at klokkan 15 í morgin fara sjúkrarøktarfrøðingar á tveimum deildum afturat á Landssjúkrahúsinum í verkfall og somuleiðis fara sjúkrarøktarfrøðingarnir á seingjardeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsið, eisini í verkfall klokkan 15 í morgin.
Men beint nú boðar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá, at fríggjadagin verður verkfallið hert eina ferð enn. Klokkan 16 fríggjadagin fara sjúkrarøktarfrøðingarnir í kommunulæknavaktini á Landssjúkrahúsinum nevniliga í verkfall. Sostatt fara sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum arbeiða í læknavaktini, har fólk ringja, tá ið brúk er fyri lækna uttan fyri vanliga viðtalutíð, nú eisini í verkfall.