Nú er glið komið á – samráðingar byrja í morgin

Verkfallið: Í morginári klokkan 9 hevur semingsstovnurin sett pørtunum á arbeiðsmarknaðinum stevnu

Verkfalsfólk á varðhaldi við Asfaltsvirkið á Sundi

Talan er um eitt umboð fyri hvønn partin, sum so hevur samband við baklandið.

– Hetta er fyri at lodda dýpið um talan kann vera um at taka veruligar samráðingar uppaftur. Og vit hava bílagt pláss á Hotel Hafnia til veruligar samráðingar fríggjamorgunin, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður.

Hann váttar, at glið er komið á partarnar, og at onkur hevur flutt seg.

 

##med2##

– Tað ber jú ikki til at taka samráðingar uppaftur, um partarnir ikki flyta seg. Tað ber ikki til at hava ultimativ krøv í eini samráðing, tí í samráðingum mugu báðir partar flyta seg, sigur hann.

Sum vit hava skrivað fyrr í dag, so hava arbeiðsgevararnir flutt seg so mikið, at teir kundu nú tikið undir við semingsuppskotinum, sum báðir partar vrakaðu næstseinasta leygardag. Tað merkir, at arbeiðsgevararnir hava flutt seg eini 2 prosent uppeftir. Um arbeiðarafeløgini eisini flyta seg tvey prosent niðureftir, so fer av álvara at nærkast millum partarnar. Tí so sendur stríðið millum umleið 11 prosent og umleið 13 prosent. So er spurningurin, hvør partur flytur seg meira, ella um báðir partar flyta seg líka langt. Um so er, so endar lønin á umleið 12 prosentum. 

Men tað er alt ov tíðliga at staðfesta hetta, heldur Terji Sigurðsson, sum væntar, at tað verða drúgvar samráðingar, sum saktans kunnu taka alt vikuskiftið.

 

 

Verkfalsfólk á varðhaldi við Asfaltsvirkið á Sundi

Terji Sigurðsson, semingsmaður