Íverksetan liggur í blóðinum

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur nú avdúkað Ársins Íverksetara 2011. Hetta hendi í Múllers Pakkhúsi seinnapartin í dag. - Abbi tín var tann navnframi Ólavur Gregersen, sum átti skip og Tøtingarvirkið í Gøtu, segði løgmaður. Í røðu síni fyri Ársins Íverksetara, sum gjørdist Óla Kristian á Torkilsheyggi, segði løgmaður, at tað er honum ein stór gleði at avdúka íverksetaran 2011.

Óla Kristian er maðurin, sum eigur og rekur Navia á Toftum.

- Vegna Føroya landsstýri vil eg ynskja tær hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Løgmaður vísti á, at nýskapan er fyritreytin fyri vøkstri í okkara samfelag. Skulu vit skapa nýggj virði og arbeiðspláss, er neyðugt at bróta upp úr nýggjum.

- Tá er neyðugt við íverksetarum, fólki, sum hava hugin, áræði og viljan til at fylgja dreymum og hugskotum allan vegin - frá hugsan til faktura, sum løgmaður tók til.

Løgmaður helt fram og segði, at í vinnuhøpi er oftast neyðugt at byrja í smáum, áðrenn tú kanst vaksa og vinna tær stóru inntøkurnar.

- Fyritøkur, sum Bakkafrost, Tavan, Havsbrún og Guðrun og Guðrun, byrjaðu í síni tíð í smáum, og við at íverksetarar sóu vinnumøguleikar og megnaðu at gera møguleikarnar til veruleika.

Hann segði, at í dag eru hesar fyritøkur fyrimyndir, sum klára seg sera væl í altjóða kapping, skapa arbeiðspláss og standa fyri vøkstri í føroyska samfelagnum.

- Íversetarar eiga stóran lut í framburðinum í okkara samfelag. Føroyar hava fostrað mætar kvinnur og menn, og millum hesi teljast íverksetarar. Her havi eg hug at nevna Nólsoyar Páll. Hann hevði mong ymisk evni. Hann var skipari, bóndi og yrkjari. Eitt menniskja við visjónum, sum megnaði at bróta upp úr nýggjum innan fleiri øki, segði løgmaður.

Kaj Leo Johannesen vísti á, at Óla Kristian sjálvur kemur sjálvur úr íverksetarafamilju.

- Abbi tín var tann navnframi Ólavur Gregersen, sum átti skip og Tøtingarvirkið í Gøtu. So sigast kann, at vinna og íverkseting liggur í tínum blóði. Mær er fortalt, at tú í 5. flokki skrivaði ein stíl, har tú greiddi frá tínum íverksetaradreymi. Tín fyrsta fyritøka skuldi verða eitt spinnarí, segði løgmaður m.a., tá hann heiðraði Ársins Íverksetara 2011, Óla Kristian á Torkilsheyggi.