Íverksetan og 2015

Bogi Eliasen, cand.scient.pol

Karmar
Góðir karmar til íverksetan verð­ur mettir at verða sera umráðandi fyri at kveikja nýhugsan og at skapa ein mennandi dynamik í einum samfelagi.
Í Løgmansrøðuni varð sagt um 2015 og íverksetan, at okkara íverksetarar skulu hava bestu fortreytir, at íverksetan er sera umrádandi fyri kappingarførið. Síðan verður sagt, at íverk­setanar­skipanir skulu gerast, so sum fíggingarmøguleikar, skattlig viðurskifti og at broyta framtaksgrunnin soleiðis, at lagt verður eftir at gera íløgur í nýtt virksemi.
Tað er lítil ivi í, at viðurskiftini hjá íverksetarum kunnu betrast nógv og at íverksetan er ein framdráttur í einum samfelagsbúskapi. Samanborið við grannalond okkara, hava vit heldur ikki í nóg stóran mun skipanir at stuðla upp undir. Føroyar er tó ørvísið enn grannalond okkara, tí vit eru eitt nógv minni samfelag, og eru kanska merkt av nógvum smærri fyritøkum og ov lítlum samstarvi í størri eindum. Hjá okkum hevur hugmyndin verið, at tað er betri at eiga 100% av ongum enn 10% av nógvum.
Skipanir krevjast
Men tað merkir ikki at, vit uttan mun til stødd ikki skulu hava nógv betri viðurskifti fyri íverksetarar. Ein partur av at gerast vitanarsamfelag er at vitanin verður brúkt, og tað hevur við sær at hava skipanir, sum eggja fólki til at royna síni hugskot. Tað fara altíð at verða miseydnaðar verkætlanir, treyðugt so, men tað er ein partur av váðanum. Sum skilst, er ætlanin at samskipa stuðulskipanir, soleiðis at vinnuligar verkætlanir fáa lættari atgongd til kapital. Vit hava stovnar, sum arbeiða á økinum, m.a. Menningarstovan.Men tað sum ger, at tað er enn meira neyðugt at stuðla upp undir íverksetan, er at har er dynammikurin partvís í mun til innovation og einklar loysnir í einum vitanarsamfelagi. Men eisini at um vit skulu leggja okkum eftir at fáa fyrimun burturúr, at tað vónandi eydnast at gerast partur av sjeyndu rammuavtaluni hjá ES fyri gransking & nýmenning.
Vit hava seinastu árini sæð, at vit hava góðar førleikar á KT økinum, at vit hava innspark til altjóða verkætlan við fiskireiðskapi. Vit síggja eisini ferð eftir ferð, at føroyingar hava klára seg væl í business games-kappingum.
Umhvørvi
Ein styrkin í føroyska sam­felag­num er, at tá fólkatalið er so lítið hava fólk ofta meira enn tí einu uppgávuna, og at lands-og veðurlag ger okkum av náttúr praktisk. Tað skal gagnnýtast. Og tað er púra rætt, at fortreytirnar kunnu gerast nógv betri fyri íverksetarar. Tað kann gerast uppá fleiri mátar. Talan kann verða um skattafyrimunir, bílig lán, trygd ímóti váða. Talan er um nágreiniligar karmar sum politiska skipanin kann veita. Men kanska er eins umráðandi at skapa eitt íverksetaraumhvørvi og mentan, t.d. knýtt at einum granskingarleisti. Tá er umráðandi at íverksetarar kunnu fáa vegleiðing og ráðgeving, uttan at tað skal kosta ov nógv og at netverkskipanir verða settar upp, soleiðis at dynamikkur eisini kemur í samstarv og felags menning.
Serlig økir
Men talan kann eisini verða um at satsa á serlig økir, har vit vilja styrkja møguleikan fyri íverksetan. Tvs. eitt politiskt val um á hvønn bógv leggjast skal, ella um íverksetararnir sjálvir skulu stýra hesum á einum frælsum marknaði. Hugsast kann, at tað kann eisini kann verða avmarkandi, um mørk verða sett fyri júst nýhugsan. Trúgv
Ein av fyrimununum av at hava eitt dynamiskt íverksetarasamfelag, er ikki bert sjálv íverksetanin av nýggjum virkjum, men eisini at tað smittar verandi virkir og setir eina íverksetaramentan í gongd hjá teimum eisini. Tað er ein umráðandi partur í einum innovativum samfelag. Skal talan verða um Føroyar sum vitanrsamfelag, krevur tað eina trúgv á at vit kunnu skapa loysnir, vørur og tænastur sum kunnu seljast, og her er Skype enn aftur eitt dømi um hvat ber til í hesum heiminum.
Við føroysku eginleikunum og bygnaðinum í huga, er tað ein spurningur um vit eiga satsa uppá t.d. kvinnur sum íverksetarar og íverksetara­samstarv og virkir. Tað eftir­spurda í einum minni og alheimsgjørdum heimi er tað serliga, tað nýhugsaða og ofta tað einkla. Tí er eisini neyðugt at hava fjølbroytni og samstarv á hesum øki. Nú arbeiðið er farið í gongd at savna hægru føroysku útbúgvingarnar, var eitt hugskot eisini at hava eina íverksetaradeild á Fróðskaparsetrinum, sum er í samstarvi við millum annað Menningarstovuna og Granskingarráðið. Eitt slíkt stig kundi eisini styrkt bondini millum vinnuna og útbúgvingar- og granskingarkervið í Føroyum.
Í dag
Í dag ber til at fáa vegleiðing frá Menningarstovuni og t.d. eisni at fáa fígging frá t.d. Set, Vinnuframagrunninum og Fiskivinnuroyndum, men eitt beinleiðis íverksetaraumhvørvi manglar. Tí er tørvur á polit­iskum kørmum, men sanniliga eisni at vinnan tekur sín part á seg, kanska serliga við samstarvi og netverking.
Skal betrast
Fægstu eru ósamd um, at vit hava tørv á betri viðurskiftum fyri íverksetan og íverksetarum. Sum nevnt eru ávísur møguleikar í dag, men tørvur er á at fáa eina politiska raðfesting av hvørja íverksetan vit skulu hava í Føroyum. Er tað viljin at hava serlig skattlig viðurskifti fyri íverksetarar sum part av vinnupolitikki? Er tað vilji til bíliga ella ókeypis ráðgeving, er dirvi til at velja ávís økir burturúr? Skulu vit leggja okkum eftir at fáa kvinnuligar íverksetarar? Eydnast tað Føroyum at gerast partur av 7. rammuætlanini hjá ES og harvið eisini partur av European Research Area, hava vit latið dyrnar upp út í heim, so nú er at fara til arbeiðis&vitanin liggur og bíðar. Íverksetaraleistur, vinnupolitikkur, útbúgving og gransking & nýmenning eru tætt knýtt hvør at øðrum, og skulu heldur ikki bert síggjast hvør sær.