Í ár fer Ráðið fyri ferðslutrygd undir eitt serligt átak fyri at minna ung sum gomul á at brúka endurskin.
Hetta verður gjørt við verndareinglum og endamálið er at fáa fleiri at brúka endurskin.
Hesa næstu tíðina ber til hjá øllum, sum skipa fyri tiltøkum av ymsum slagi, at lána einglaveingir frá Ferðslutrygd.
- Tað kann vera, tá jólatrø í bygd og bý verða tendrað og til onnur tiltøk.
Ætlanin er so at fáa fólk at fara í veingirnar og ílatin sum verndareinglar býta tey so endurskin út.
Tað vil siga, at tey sum skipa fyri tiltakinum fáa sjálvi fólk at ganga við veingjunum og býta endurskin út.
Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, hvussu stóran týdning, tað hevur fyri ferðslutrygdina, at fólk brúka endurskin.
Uttan endurskin sær bilførarin ikki fólk, fyrrenn bilurin er 25-30 metrar burturfrá, tá ið koyrt verður við nærljósum.
Men tey við endurskini, eru sjónlig 140 metrar burturfrá.
- Koyrir bilurin 50 km/t, hevur bilførarin 10 sekund at ansa eftir fólki í endurskini, men hann hevur bara 2 sekund at reagera í, tá ið fólk ikki eru í endurskini, og tað kann vera munurin millum lív og deyða, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
- Norsk kanning vísir, at brúkar tú endurskin, minkar vandan fyri at verða yvirkoyrdur í myrkri heili 70%, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
- Vit eru sannførd um, at tey flestu fegin vilja brúka endurskin, men at nógv bara gloyma tað, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Tí royna tey nakað nýtt fyri at varpa ljós á hetta.
- Veingirnir eru stórir og bæriligir, og vit vænta, at verndareinglarnir fara at geva tiltøkum ein serligan dám, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.