Ummæli
Týr er júst komin aftur av konsertferð í Týsklandi, Pólandi, Eysturríki og Sveis saman við við finska bólkinum Let Me Dream og týsku bólkunum Apokalyptischen Reiter og Hämatom. Síðsta konsertin í hesum umfarinum var útgávukonsert í The Rock í Keypmannahavn. Einum ordiligum rokkklubba, ið ber brá av, at hølini áður hava verið gegl.
Tá vit nærkaðust The Rock stóðu yvir 100 fólk í bíðirøð uttan fyri klubban. Ikki heilt galið fyri eitt mikukvøld. Nakrir føroyingar vóru ímillum tey, men størsti parturin var ungir langhærdir danir í svørtum klæðum - veruligir tungmálms áskoðarar. Týr er spakuliga við at gerast eitt kent navn í hesum umhvørvi.
Keðilig upphiting
Tað vóru tveir upphitingarbólkar hetta kvøldið. Ein spælimansbólkur, Gny, ið spældi norðurlendskan miðalaldartónleik. Hvat hesin bólkur gjørdi á eini tungmálmskonsert var trupult at skilja, og tá tey heldur ikki vóru serliga spennandi, hevði henda ífylla verið betur óhoyrd. Hæddarpunktið hjá Gny var vísan Ravnen, ið Sorten Muld gjørdi kendan í 90árunum. Hesa løtuna var fólki væl við tó uttan, at útgávan gjørdist nær námynd so góð, sum tann hjá Sorten Muld. Hvørki songkvinnan ella kórsongkvinnan í Gny vóru serliga sannførandi, og floytu og lútleikarin minti mest um trubadurin í Monthy Pythonsa Holy Grail filmi, tó uttan at vera skemtiligur.
Hin upphitingarbólkurin var Holmgang, ið spældi sína útgávu av heidnum deysðsmálmi sungnum á donskum. Hvørki melodiskt, rútmiskt ella í riffunum var hetta serliga áhugavert. Gamaní bólkurin larmaði illa, men tað var bert í støðum, at larmurin var nóg skipaður, til at hetta gjørdist meira enn ein larmut suppa. Tey rútmiski og melodisku pettini, ið hoyrdust burtur úr suppuni, vóru heldur ikki spennandi. Fyri at taka saman um, so var upphiting 2 tímar av bíðitíð, ið vit væl kundu havt livað uttan, ja faktiskt, sum vit fegin høvdu vilja sloppið at liva uttan.
De har brynje på!
Tað var tí ein lætti, tá Týr fór á pall. Hóast mikukvøld var og klokkan var farin av 23, so var enn nógv fólk í hølunum, og hesi savnaðust framman fyri pallin. Tá teppið fór frá, hoyrdi eg ein ungan dana aftanfyri meg rópa:
- Ej, mand! De har brynje på! De har brynje på! Ej, hvor gennemført! Tað næsta, eg sá, var, at hann og vinmenninir runnu framvið mær og fram til pallin, har teir hoppaðu og dansaðu restina av kvøldinum.
Ja, Týr eru gjøgnumførdir. At bólkurin eisini við tíðini er vorðin ein eind, ið bara rokkar teg um koll, ger ikki upplivingina minnið góða. Visuelt fungeraði væl hjá Týr. Heri og Gunnar í svørtum t-troyggjum og brynju, Terji við berum tatoveraðum yvirkroppi og allir tríggir við longum flaksandi hári, útstrálingin var tungmálmur, Kári somuleiðis svarklæddur og við rakaðum høvdi handan trummurnar, sendi somu signalir. Hetta er ein gjøgnumførdur víkingamálmsbólkur og á onkran hátt riggar tað bara. Lukkutíð hevur Gunnar lagt av at brúka sínar litføgru og víðu búnar, ið veruliga ikki vóru serliga rocknroll. Her sá hann munandi betur út í brynju.
Føroyski Angus Yóung
Gunnar hevur við tíðini fingið ein leiklut, ið mest minnur um tann hjá Angus Young í AC/DC, hann rennur runt á pallinum og fær lív í fjøldina, og hevur alstóran týdning fyri evnini hjá bólkinum at koma út um pallkantin. Mikukvøldið var einki undantak, Gunnar hevði fólki, ið sínum lógva og var í veruleikanum eitt slag av visuellum oddamanni á pallinum.
Bólkurin hevur seinasta mánaðin spælt 27 konsertir og er tí sera væl samanspældur, tað var kínt fyri detaljunum, og serliga fyrsti hálvi tímin tyktist væl lagdur til rættis. Skiftini millum løgini og kvæða- og vísupettini sótu ótrúliga væl, og tú hevði eina kenslu av, at hetta var úrslit av dugnasemi og professionalismu..
Góður sangari
Heri er nógv mentur sum sangari og frá, at vokalurin í nøkur ár hevur verið veiki liðurin í Týr, er hann nú sera góður. Hóast konsertferðin hevur verið strævin hoyrist hetta ikki á røddini.
Týr spældu í yvir hálvan annan tíma, og varð hetta ein ferð gjøgnum báðar tær fyrru fløgurnar, kryddað við løgum av nýggju fløguni. Serliga sterk vóru løgini The Edge, Dreams, How Far To Asgaard umframt endalagið Ramund Hin Unge, ið veruliga fekk danska partin av áskoðarunum á kók. Løgini Wild Rover og Hail To The Hammer fingu fjøldina til at syngja við, og skaptu stórt nøgdsemið. millum áskoðararnar. Í lagnum Sand In The Wind, ið er eitt av bestu løgunum hjá Týr, sóust einastu tekini um, at Heri kanska var móður. Hann megnaði ikki at geva lagnum tí melodisku dýpdina, ið tað vanliga hevur. Tó spældi bólkurin væl í hesum lagnum.
Spældu uppum umstøðurnar
Tøkniliga vóru stórir trupulleikar í The Rock. Longu meðan fyrsti bólkurin spældi, fóru hátalarnir í tí einu síðuni av pallinum, og hesir skróðaðu illa undir allari Týr konsertini. Hetta órógvaði ljóðmyndina í útvið helvtini av konserthølunum. Fleiri ferð sló hesin hátalari eisini út. Men á onkran hátt megnaði bólkurin at spæla uppum hesar umstøður, og megnaði at halda flestu áskoðararnar í salinum inntil klokkan nærkaðist eitt.
Syngið-við-eykaløg
Eftir Ramund Hin Unge fór bólkurin av pallinum, men áskoðararnir vóru ikki mettir, og tá eykalagið Ormurin Langi rungaði út í salin, hoyrdust føroysku áskoðararnir aftur. Samstundis sum lagið fyri føroyingarnar gjørdist stóri syngi-við-slagarin, so vísti tað tó eisini hvussu nógv Týr eru mentir, frá hesi simplu rokkútgávuni av einum kvæði til víkingamálmin, ið teir spæla nú. Í øðrum og síðsta eykalagi fingu øll høvið at syngja við, tá Týr tulkaðu metallica útgávuna, av Thin Lizzy útgávuni av siðbundna fólkalagnum Whiskey In The Jar. Ein festligur endi á eini góðari konsert.