Veruligi jólaboðskapurin skal fram

Norska postverkið gav í farnu viku út tvey jólamerki, sum venda sjóneykuni ímóti tí, sum upprunaligi boðskapurin var á jólum: Jólastjørnuni, Jesusbarninum í krubbuni og vísmonnunum.

Tað eina jólamerkið vísir jólastjørnuna á himmalinum, meðan teir tríggir vísmenninir frammanvert krubbuni er myndevnið á hinum merkinum.

- Við dagsins hákonjukturi og handilsligum tosi, ynskja við at seta fokus á høvuðsinnihaldið í jólaboðskapinum, sigur Halvor Fastin, sum er frímerkjastjóri hjá norska postverkinum.

Tað er norska Anne Kristin Hagesæther, sum hevur gjørt merkini.