Vestergaard verið dýrur drongur

Fráfarni landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur verið landskassanum ein dýrur drongur. Fyri nøkrum árum síðani tók hann eitt fiskloyvi innaftur, ið kostaði 2,4 mió. krónur, og uppíleggingin í skiparamálið á Smyrli kostar aðrar 2,4 mió. krónur

Embætisførsla

 

Milliónirnar rulla í Løgtinginum í løtuni, nú jól nærkast, og val er í hondum. Um enn gávumildni hevur tikið yvirhond verða hesar íløgur – hóast alt – nýttar til samfelagsligar íløgur og rakstur.

Sett upp ímóti hesum ovurhonds stóru upphæddum kunnu smáar fimm mió. krónur hjá einum frákoyrdum landsstýrismanni tykjast sum smápengar. Tó er ein ávísur munur. Sum landsstýrismaður hevur Jacob Vestergaard megnað at lensað landskassan fyri minst 4,8 mió. krónur, tí hann hevur lagt seg út í tvey mál, ið tilsamans hava kostað minst hesa upphæddina.

Tað seinasta liggur enn frískt í minninum. Fyri júst tveimum vikum fekk stjórin á Strandferðsluni, Regin Vágadal, tænastuboð um ikki at seta ein skipara í starv sum skuldi avloysa verandi skiparar, ið ynskja at halda fram eftir pensjónsaldurin, sum teir báðir raka í hesum árinum.

Hetta fekk stjóran á Strandferðsluni at stinga í sekkin. Fyri hetta fekk hann 63.000 krónur um mánaðin í níggju mánaðar, ella tilsamans 567.000 krónur. Ein dupult landsstýrismannaløn í hálvt ár, kostar smáar 267.000 krónur, nú bæði avloysarin í landsstýrissessinum, Heðin Zachariassen, og Jacob Vestergaard skulu hava løn í hálvt ár. At Heðin møguliga ikki kemur at siga longri enn til valið í januar, spælir ongan leiklut, tí um ikki hann heldur fram, ja, so fer lønin til ein nýggjan í sessinum.

Nummarið hjá Jacobi Vestergaard elvdi til, at nú skulu gjaldast tríggjar mánaðarlønir til skiparar móti tveimum frammanundan. Tveir nýggir skiparar eru settir, meðan teir verandi býta eina vakt sínámillum. Verða skipararnir sitandi í starvinum til teir eru 70 ár, so kostar tað tríggjar eyka árslønir. Ein upphædd, ið tilsamans kemur upp í 1.548.000 krónur.

Eitt inndrigið fiskiloyvi hjá Jógvani S undir tíðini hjá Jacobi Vestergaard sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kostaði landskassanum 2,4 mió. krónur og kemur møguliga at kosta uppaftur meiri, tí málið er kært til landsrættin og tískel kann gerast uppaftur kostnaðarmiklari.

Hetta merkia, at runt roknað hava avgerðirnar hjá Jacobi Vestergaard kostað minst 4,8 mió. krónur. Og tá er uppíleggingin í leigumálið á Tvøroyri, sum endaði í bygningi hjá einum floksfelaga, ið sambært Oyggjatíðindum fær hálva millión fyri leigumálið. Eitt mál har landsstýrismaðurin eisini yvirtrumfaði stjóran á Stranferðsluni.